Evropeiski miðbankin, ECB, lækkar rentuna við 0,25 prosentstigum til tvey prosent.
Tað boðar bankin frá í tíðindaskrivi.
Hetta er áttanda rentulækkingin síðani miðskeiðis í 2024.
Innlánsrentan hjá ECB var í hæddini á heysti 2023, tá hon var fýra prosent.
Miðbankin grundgevur sína avgerð um at lækka rentuna millum annað við, at inflatiónin er komin á eitt støði, sum liggur um tvey prosent.
/Ritzau/