Tað var ikki rætt at taka støðu

 At skuldseta meg fyri at hava gjørt meg inn á Løgtingið, er at yvirmeta evnini hjá løgmanni og at undirmeta evnini hjá løgtinginum, heldur Jóannes Eidesgaard

Stýrisskipanin

 Eg havi ikki gjørt meg inn á Føroya Løgting.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður er alt annað enn samdur við Edmund Joensen, løgtingsformann.
À síðu trý í blaðnum staðfestir Edmund Joensen, at løgmaður hevur gjørt seg inn á Føroya Løgting við at eggja Løgtinginum til at taka eina avgerð, sum er í stríð við sjálva stýrisskipanina.
 At siga, at eg havi so stóra ávirkan á Løgtingið, er bæði at yvirmeta evnini hjá løgmanni at ávirka Løgtingið og at undirmeta evnini hjá Løgtinginum at taka avgerðir, sigur Jóannes Eidesgaard.
 Løgtingslimir eru undir ávirkan alla tíðina, alla møguliga staðni frá. Men ongin er yvir og ongin er undir liðini á Løgtinginum og Løgtingið er altíð ført fyri at taka tað røttu avgerðina

Eiga ikki at taka støðu í løtuni
Jóannes Eidesgaard ásannar, at ongin ivi er um, at tað er eina og aleina Løgtingið, sum hevur heimild til at innkrevja skatt.
Men tað stóra ivamálið er, um gjaldið til ALS og barnsburðargrunnin er skattur ella ikki.
 Tað er stórt løgfrøðiligt ivamál um, antin talan er um skatt ella ikki. Løgfrøðin hjá Løgtinginum metir, at talan er um skatt. Hinvegin hava fleiri aðrir løgfrøðingar eisini mett um støðuna. Eitt nú varð eitt álit gjørt um ALS, har seks løgfrøðingar søgdu sína hugsan. Fýra av teimum mettu, at talan var ikki um ein skatt og tveir mettu, at talan var um skatt.
 Samstundis mugu vit ásanna, at skipanin, sum vit hava nú, er ein skipan, sum hevur verið galdandi í fleiri ár. Tað er ikki nýtt, at landsstýrismaðurin hevur heimild at áseta gjaldið til ALS innanfyri ávísar karmar, tí tað hevur hann havt í fleiri ár.
 Mín áskoðan er, at so leingi óvissa er um spurningin, eiga vit at varðveita ta skipan, vit hava, sigur løgmaður.
 Skuldu vit gjørt eftir áheitanini frá formansskapinum, høvdu vit samstundis tikið støðu til, at inngjaldið til barnsburðargrunnin og til ALS er skattur og tað haldi eg ikki er rætt at politikarar gera, so leingi løgfrøðin er so ósamd, sum hon er.
 Løgfrøðiligi ivin er so mikið stórur, at eg haldi at tað vildi verið skeivt, at løgtingið tók eina støðu. Fyrrenn løgfrøðilig greiða er fingin á málinum haldi eg ikki, at málið er búgvi hjá politikarum at taka støðu til, heldur løgmaður.
Samstundis leggur hann dent á, at tað var ein samd vinnunevnd, sum mælti til at varðveita skipanina óbroytta.
Tí heldur Løgmaður framvegis, at tað var ein pragmatisk, ella skilagóð avgerð, at varðveita skipanina, sum hon er.

Óvissan er óheppin
Samstundis ásannar løgmaður, at tað er óheppið, at óvissa skal vera um, antin talan er um skatt ella ikki.
 Men í hesum sambandi kundu vit kanska fýlst á, at stýrisskipanin ikki útgreinar, hvat skattahugtakið fevnir um.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er natúrligt, at hesin spurninur verður tikin upp í sambandi við stjórnarskipanararbeiðið, sum er ígongd.
 Eg vænti at ein partur av tí arbeiðnum, verður eisini at mæla til onkrar broytingar í stýrisskipanini. Og skulu vit endurskoða stýrisskipanina, hevði tað verið hent um vit samstundis fingu eina allýsing av hugtakinum skattur og eina nágreining av, hvat skattur er, sigur løgmaður.

Fekk bláa stemplið
At Edmund Joensen eisini finst at framferðini í sambandi við Íslandssáttmálan, skilir løgmaður onki av.
 So má løgtingsformaðurin hava ein trupulleika við síni egnu umsiting, tí onki mál kann verða lagt fyri løgtingið, fyrrenn løgfrøðingarnir í umsitingini hjá løgtinginum hava góðkent tað.
 Tað gjørdi løgtingsskrivstovan eisini í sambandi við Íslandssáttmálan.
Annars vísir løgmaður á, at tað er ikki óvanligt, at brúka tað mannagongdina, sum landstýrið brúkti. Sama mannagongd varð eisini brúkt, tá ið mannarættindasáttmálin varð settur í gildi, sigur løgmaður.
Sí eisini aðra grein, har løgtingsformaðurin heldur, at løgmaður hevur gjørt seg inn á Løgtingið.