- Eg hevði ikki samvitsku til at ganga ímóti okkara egnu limum, sum onki arbeiði hava havt í langsamiliga tíð. Margretha Rasmussen, forkvinna í Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at tað var orsøkin til, at arbeiðarafeløgini í Fuglafirði ikki vildu akta boðini frá Føroya Arbeiðarafelag um at boykotta íslendsk skip, sum vit greiða frá á Portalinum fyrr í kvøld.
Hon sigur, at eitt er, at hon ikki hevði samvitsku at ganga ímóti sínum egnu limum.
- Eitt heilt annað er, at íslendingar hava sjálvur arbeitt nógvan fisk úr Føroyum, tá ið føroyingar vóru í verkfalli.
Ingeborg Vinther sigur, at hetta var í 2003 og at íslendingar hava síðani viðgingið, at tað var eitt mistak og at tað skal ikki endurtaka seg.
Vit spurdu Margrethu um tað er rætt at briksla íslendingum hetta fleiri ár aftan á, tá ið teir hava viðgingið, at talan var um eitt mistak, sum ikki skal endurtaka seg.
- Tað kanst tú siga. Men eg hugsaði mest um okkara egnu limir og vit kunnu ikki nokta fólki, sum hungrar eftir arbeiði, eina tímaløn, og tað ivist eg onga løtu í, at íslendingar eisini skilja.
Men kunnu vit vænta, at íslendingar hereftir fara at stuðla einum føroyskum verkfalli eftir hetta, spurdu vit hana eisini.
- Tað mugu vit síggja, tá ið tann støða er íkomin, sigur hon.
Sjálv hevur Margretja Rasmussen verið nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í mong ár og hon fór úr nevndini í fjør, tá ið hon ikki tók við afturvali.
Sostatt veit hon fullvæl, hvussu álvarsligt tað er ikki at akta boðini frá Føroya Arbeiðarafelag.
- Tað kann væl vera, men vit boðaðu frá áðrenn og eg tá ið eg hugsi um okkara limir, havi eg framvegis ikki ringa samvitsku av tí, sigur forkvinnan í Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag.