Tað var al-Qaeda

Yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda

átók sær í gjár ábyrgdina av ógvusligu bumbuatsóknini á indonesisku oynni Bali tann 12. oktober. Meiri enn 180 fólk doyðu.
Tað var á einari heimasíðu á alnótini, at al-Qaeda átók sær ábyrgdina av atsóknini. Felagsskapurin hevur fyrr nýtt hesa heimasíðuna, tá hann hevur játtað seg sekan. Eitt nú nýtti felagsskapurin somu heimasíðuna, tá hann átók sær ábyrgdina av atsóknini at amerikanska herskipinum »USS Cole« og atsóknini at einari jødiskari synagogu í Tunis.
Samstundis boðar al-Qaeda frá, at felagsskapurin fer at halda fram við at søkja at málum í arabiskum og islamskum londum, sum verða søgd at vera við í teirri jødisku krossferðini.