Í gjárkvøldið kundi D&V avdúka, at á Hamragarði brúktu tey bara 1% meira til leiðslu enn í Heiminum á Grønanesi. Ella sagt øðrvísi, at tær góðu 100tús. krónurnar, sum tað eina prosentið svaraði til, ikki kundi orsaka, at neyðugt var at spara á Hamragarði. Altso hevði Annika Olsen, landsstýriskvinna sagt ósatt í D&V.
Tað er við ikki sørt av undran at staðfesta, at KvF er so selektivt í sínum tíðindaflutningi.
Skjølini, sum Almannaráðið hevur kunngjørt um rakstrarstøðuna á Hamragarði og Heiminum á Grønanesi vísa greitt, at á Hamragarði hava tey gott og væl eitt ársverk meira til leiðslu o.a. enn í Heiminum á Grønanesi. Kostnaður av hesum ársverki er góð ½ mio kr árliga.
Heldur enn at endurgeva henda veruleika - ja, so velur KvF at gera nýggja uppseting av rakstrarkostnaðinum, sum so stuðlar undir (ætlaða?) tíðindaúrslitið.
Í tinginum í dag varð sagt og endurgivið í ÚF, at á Hamragarði røkja tey bókhaldstænastur fyri onnur eldraøki, og tí er leiðslukostnaðurin so stórur. Hetta er heldur ikki rætt. Á Hamragarði eru árligu meirútreiðslurnar til bókhald 80tús kr størri enn í Heiminum á Grønanesi, og er tað lítil partur av árligu 600-700tús. kr., sum resta í.
Harafturat, so var samanberingin í KvF í gjárkvøldið heldur ikki serliga álitisvekjandi.
Sambært samanteljingini í D&V, so taldi samlaði raksturin í Heiminum á Grønanesi 98%, meðan á Hamragarði 100%.....?
Hokus pokus filiokus, sum ein fyrrverandi sjónvarpsstjóri segði á sinni.
Hvar tey 2% í Vestmanna blivu av - ja, tað segði tíðindaslagið einki um.
Men kanska var bert talan um justering, fyri at fáa ætlaða úrslitið at stemma?