- Tað var uppá tíðina, halda tey flestu
"Pinter hevur endurnýggja sjónleik sum listagrein ... Hansara leikir vísa avgrundina undir gerandisprátinum og treingir inn í kúganinar stongdu rúm", varð millum annað sagt í grundgevingini, hjá akademinum.
Harold Pinter verður hildin at verða tað leikskaldið, ið hevur havt størst týdning fyri modernaðan sjónleik í 20. øld. Hansara leikir skapa ein absurdan heim, tømdur fyri meining, har ræðslan lúrir aftanfyri alt, persónarnir gera, uttan mun til, hvussu sakleyst tað kann síggja út. Samstundis er tað ein heimur, sum tykist óunniliga væl kendur. Persónarnir eru stuttligir men á ein hátt, har áskoðarin tekur synd í teimum, tí teir tykjast so tornæmir og avmarkaðir. Teir eru taparar, sum til fánýtis stríðast fyri at fáa vald, tryggleika, eitt pláss í heiminum, ein samleika. Málsliga er alt skorið inn á bein, so setningarnir verða smáar yrkingar, har tøgnin oftast hevur meir at týða enn tað, ið verður sagt - ein heilt egin stílur, sum er farin yvir í bókmentástøði sum "Pinterisma"










