Fótbóltur
Fyrradagin kundi staðfestast, at felagið hjá Christiani Høgna Jacobsen, AB í donsku 1. deild, hevði skrivað sáttmála við álopsspælaran Simon Bræmer í danska meistaraliðnum AaB.
Og í gjár bar felagið aftur tíðindi um, at nýggjur spælari er á veg í felagið. Hesa ferð er talan um 23 ára gamla síðuspælaran Casper Henningsen, sum síðani í januar 2007 hevur spælt í Silkeborg. Hann verður AB spælari á nýggjárinum.
Fyrrverandi landsliðsspælarin Flemming Christiansen er venjari í AB, og ein annar fyrrverandi landsliðsspælari og liðfelagi hjá Flemming Christiansen í Lyngby, Michael Schäfer, er hjálparvenjari.
Málið hjá teimum báðum og felagnum í Gladsaxe er at flyta upp í bestu deildina í seinasta lagið á sumri í 2010.
Fyri stuttum boðaði felagið frá, at teir fóru at keypa og selja 2-3 spælarar hvørja ferð vindeygað er opið, og seinastu dagarnar hava teir keypt tveir spælarar.