Fulla úrslitið av teimum tiltøkum, sum eru sett verk í fólkaskúlanum, síggja vit ikki aftur í PISA-kanningunum fyrr enn um fleiri ár, heldur rektarin á Læraraskúlanum Tað er einki løtuverk at broya og betra føroyska skúlaverkið, so at úrslitini hjá fólkaskúlanum í PISA-kanningunum verða betur, enn tey eru í fyrstu kanningini. Tað heldur rektarin á Føroya Læraraskúla.
- Hetta er ikki sum ein mikroovnur, har alt hendir upp ein minutt ella tveir. Hetta er ein gongd, og tað er týdningarmikið, at vit flyta okkum rætta vegin, sigur Jóannes Hansen.
- Longu nú eru nøkur tiltøk sett í verk í fólkaskúlanum, og úrtøkan av hesum tiltøkum og øðrum, sum verða sett í gongd í næstum, fara ikki at síggjast í fult mát fyrr enn tey børnini, sum í summar fóru í 1. flokk, fara til PISA-royndina um 9 ár. Men eg vóni sjálvsagt, at PISA-royndin verður betur longu næstu ár, sigur hann.