Fronsk bløð er sera hugtikin av franska avrikinum á Tórsvølli í kvøld.
- Teimum nýttist ikki meiri enn átta minuttir at vísa, hvør ráddi á vøllinum. Longu tá var sigurin vísur, skrivar eitt av fronsku bløðunum.
Undan dystinum bóru teir eitt sindur av ótta fyri sínum spælarum, orsakað av teirri longu flogferðini. Men bløðini skriva, at hetta sást ikki á spælarunum.
- Teir fingu tað sum teir komu eftir: Trý stig og nógv mál, verður sagt.
Haraftrat kundi Henry tangera metið hjá Platini við 41. máli sínum og Benzema, sum frammanundan dystinum lovaði nógv mál, gjørdi tvey teirra. Fegnast verður eisini um fyrsta málið hjá í innskifta Ben Arfa í longdu leiktíðini.
Nú bíðar dysturin ímóti Litava mikukvøldið fyri Henry og hansara menn. Vónirnar eru kortini góðar, um teir tá fara at endurtaka bragdið frá í kvøld.
Men í kvøld var altso talan um franskan festival á Tórsvølli.










