Tað tók sína tíð hjá TB

Í fjórða umfari vitjaði TB í Klaksvík, og tá var tað KÍ, sum við 1-0 sigri vann øll stigini. Meðan tey flestu vóru upptikin av sjómannadegnum, sóu nakrir fáir áskoðarar TB seinnapartin leygardagin vinna 2-0 í Klaksvík, og harvið fóru øll stigini hesa ferð suður eftir.

Bara ein lítil løta var farin, tá ið KÍ málverjin, Heri Thorsteinsson, varð vístur av vøllinum. Uttanfyri brotsteigin royndi hann at verja, tá ið álopsspælarin var fyrri á bóltinum og lyfti upp um málverjan. Bólturin rakti armin, sum var omanfyri høvdið, og so var einki annað at gera hjá dómaranum enn at taka ostaskorpuna úr reyvalummanum, og harvið var KÍ undirmannað nógv tann størsta partin av tíðini.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Sasa Jovanovic TB framum 1-0, tá ið hann var leysur við handara stólpan, eftir at veteranurin Jon Johannesen hevði lagt flatt innfyri.

TB hevði yvirvág og fleiri møguleikar, men tað var spenningur í, inntil tað restaðu fýra minuttir. Tá sneiddi Jon Johannesen fleiri av, áðrenn hann eitt sindur úr vinstru smekkaði umvegis handara stólpan og í netið til 2-0 til TB.

Tapið ber við sær, at KÍ framvegis er undir niðurflytingarstrikuni, og tá ið úrslitið frættist úr Sørvági, har SÍ hevði vunnið trý stig, varð staðfest, at bjargingin nú er longri burtur, enn hon var fyrr í vikuni.