Tað sum sonurin hjá grannanum sá…

Tað er kanska deiligt at vera tann­áringur, sum kann brúka tíðina til at spæla telduspøl, surfa á alnótini, eta junk food og síggja sjónvarp. Í Filmi­num Disturbia kann tann­áringurin Kale hugna sær heima, men mest av øllum, tí hann er dømdur at sita heima

Hann livir við einari fótleinkju. Hann hevur mist pápan og eftir eina ferðsluvanlukku, gjørdist Kale sera óður og fór at gera ónáðir. Hann hevur nú ein dóm fyri harðskap hangandi yvur høvdið. Mamman hevur ikki longur ráð til at Kale ger alt sum hann vil, so eftir er bert at hyggja út gjøgnum vindeyga.

 

Hann fer undir at egleiða grannarnar og skjótt sær hann, at alt er ikki sum tað eigur. Hann fær illgruna um, at ein av grannunum er mordari. Við eitt gerðst ”suburbia” til ”disturbia” og Kale.

 

Eitt tað besta við at hyggja eftir grannunum, er grannagentan Ashley. Vinurin hjá Kale og Ashley fara undir at kannað ein av grannunum, Mr. Turner. Hesin halda tey er ein sum drepur fólk.

 

Fólk sum egleiða onnur

 

Filmsøgan er stúgvandi full av slíkum filmum, har onkur egleiðir ein annan gjøgnum vindeyga. Nakrir av teimum bestu er Antonionisa Blow Up, Michael Powellsa

Peeping Tom, Hitchcocksa Rear Window, Coppolasa The Conversation og aðrir. Hesin filmurin er so ein um modernaðar talgyldar ”YouTube” og MySpace” tannáringar.

 

Disturbia er ikki ein serliga góður filmur, søgan er alt og tunn. Onkunsvegna er hann tó verdur at síggja.

 

3 stjørnur av 6

 

Leikandi:

 

Kale.......................................................Shia LaBeouf

Mr. Turner..............................................David Morse

Ashley..................................................Sarah Roemer

Julie...............................................Carrie-Anne Moss

Ronnie....................................................... Aaron Yoo

 

Leikstjóri D.J. Caruso. Framførdur í Havnar Bio frá 24. august. 105 minuttir.