Tað sum øll hugsa, men ongin torir at siga

Eitt av hesum vátu kvøldunum, sum hava verið, var eg á sjónleikinum "List," ið gongur á Meiarínum í hesum døgum.

Fyrst av øllum vil eg sum formaður í LISA takka fyri, at tey hava ognað Listafólkasambandi Føroya henda framúrskarandi leik. Nú LISA hevur tjúgu ár á baki í ár, er tað hugaligt at síggja ein leik sum "List", ið sameinur meiningar um list við vinarlagið millum tríggjar persónar, ið hava verið vinir í 15 ár.
Franski sjónleikarin og leikritahøvundurin Yasmina Reza, hevur skrivað leikin, og hjúnini Jette og Gunnar Hoydal, hava gjørt eina frálíka týðing av leikinum. Hegnisliga leikstjórnað hevur Eyðun Johannesen. "List" er um teir tríggjar Marc, sum Bárður Persson spælir, Serge, sum Hans Tórgarð spælir og Yvan, sum Kári Øster spælir. Serge hevur keypt ein málning av kendum fronsk-um listamanni fyri 200.000 frankar. Tað er ein góð investering, heldur hann, men tað sum er við málninginum er, at hann er allur hvítur og tað sóu vit sekstan, sum sótu úti í salinum. Men Serge sær, at málningurin hevur hvítar strípur eftir løriftinum og eisini okkurt grátt er at hóma. Marc heldur Serge vera vorðnan øran í høvdinum, at keypa ein málning fyri so nógvar pengar, og hvítan allan sum hann er, hann má snobba uppeftir, tí onki vanligt menniskja ger eitt sovorði lorta keyp, smílandi. Yvan, pappageykurin og fáraguddurin, er samdur við Serge, tá ið Marc ikki er til staðar, og tá ið Serge ikki er til staðar, er hann samdur við Marc. Fimtan ára langa vinarlagið verður royndarsett, og tað við lít. Klandur og gomul ósøgd orð verða borin fram, og skeldast verður aftur og fram um persónlig viðurskifti, sum bert vinir megna at koma óskalaðir ígjøgnum. Leikurin endar so við? nei, farið heldur og síggið tann finurliga endan.
Tað er gjørligt, at bera fram eitt akademiskt ummæli, sum kanska heldur styggir enn dregur síggj-ar-an, men tað vil eg ikki.
"Vit vita øll, at list er ikki sannleiki. Listin er ein lygn, sum fær okkum at fata sannleikan, í øllum førum tann sannleika vit hava møguleika til at skilja." Hetta er eitt sitat úr leikskránni, sum spanski listamálarin Pablo Picasso hevur sagt. Nær er list sonn? Nær kemur allur sannleikin fram í einum vinarlagi? Hvat hendir, um tú sigur teg við fullum huga at skilja list og at onnur ikki skilja list, tí at tey ikki hava somu meining sum tú? Og hvat hendir, um tú sigur teg við fullum huga at skilja vinir tínar, og ikki setir okkurt einkult spurnartekin við teirra máta at geberda sær uppá? Sannføri og sannleiki, er tað tað sama? Allir hesir grundspurningar verða spurdir í leikinum, uttan at tú kennir teg moraliseraðan. Og vit kenna sjáldan sannleikan fyrr enn vit fáa hann at vita, ikki sum morallæru, men heldur sum eina upplýsing.
Einaferð var ein tekning. Meg minnist ikki hvør, ið hevði teknað hana. Hon var ein gráur fýrakantur og niðri undir stóð, "Smyril í toku." Meg minnist at abbi mín átti eitt hvítt fat, sum hann plagdi at salta sperðil í. Ikki var møguligt at síggja sperðilin, men hann var har onkustaðni. Saltið broytti fekk ymiskar litir, alt eftir hvussu ljósið skein niður á tað. Tað er hatta ósjónliga ella ósanna, ið vit síggja í slíkum málninginum, ið Serge hevur keypt og tað ósagda ella ósanna, sum er í vinarlagi teirra, og sum kemur undan so hvørt sum teir hála tað ósjónliga fram úr málninginum, og gera tað sjónligt við at seta orð á lívið.
Tann fjórði leikarin í leikinum er tann hvíti málningurin. Tað er hann sum fær hesar tríggjar vinmenninar at renna í krovið á hvørjum øðrum. Tað er hann, sum fær sannførið fram í teimum trimum. Hetta tigandi, bleika, sum Serge dregur fram í sínum hvítu toyhandskum, aktiverar allar frustratiónirnar, sum gjøgnum ár og dag hava ligið og úlmað undir ivirflatuni. Privata sannførið millum hesar tríggjar, og tær sannførandi meiningarnar teir hava um málningin - tað psyko-logiska og tað listarliga kjakið verður sameint so genialt, at tú varnast at tosið um list ofta er óneyðuga intellektuelt. Tú kann saktans hava tínar "húsligu" samanberingar, um hvat er góð og hvat er vánalig list.
Í fyrru helvt av leikinum, snýr prátið seg um list og um málningin, sum Serge hevur keypt. Hvussu máln-ingurin spakuliga upploysir vinarlagið. Í seinnu helvt upploysist vinarlagið heilt, og at enda er tað málning-urin, sum noyðir vinirnar at finna saman aftur.
"List" handlar í roynd og veru um tað, sum øll hugsa, men ongin torir at siga. Øll, og tá meini eg øll, hava somu meining sum ein av hesum trimum hava um list sum heild, ikki bert málningalist, men alla list. Dialogarnir kundu líka so væl verið tiknir úr onkrari samrøðu, sum eg sjálvur havi havt við fólk, antin tað so er seint eitt leygarkvøld í Kagganum, á Kondittarínum, á gøtuni ella í útlondum, ja, hvar sum helst og við hvønn sum helst. Tey bæði evnini, sum leikurin ber fram, vinarlag og list, eru so væl samantvinnaði og verða spæld við sovorðnari sjónligari leikgleði, at tú fær eina av hasum sjálvsomu kenslunum, har tú sigur við teg sjálvan: Hatta er upplagt, hví havi eg ikki skrivað handa leikin? Eg havi hugsað tað fleiri ferðir, og eg kenni fleiri, ið eru sum Marc, kenni uppaftur fleiri, ið eru sum Yvan og Serge er heldur ikki ein sjáldsom typa á klettunum.
"Ein listamaður verður ongantíð liðugur við eitt verk. Hann fer bara frá tí," sigur Paul Valéry. Gerið sum hann sigur! Verðið listafólk í knappar tveir tímar, farið á leikin "List", og farið frá honum við kensluni av at vera upplýst.
Enn einaferð. Takk fyri, øll tit sum hava megnað at ført henda framúrskarandi leikin út í verk. Hetta sigi eg ikki bara tí at eg eri formaður í LISA, og at leikurin er ognaður LISA. Eg sigi hetta, tí at eg haldi, at sannleikin um list eigur at verða sagdur so sannførandi sum gjørligt.