TAÐ SUM ER GOTT, ER IKKI RINGT!

Fyri nógvum árum síðani var ein sjónvarpssending gjørd um kreppuárini í 90’unum. Vágur var meint rakt í kreppuárunum, og sendingin lýsti støðuna hjá nøkrum familjum her í Vági. Ein av kvinnunum segði tá í sendingini, at hóast kreppan var ómetaliga hørð, so máttu vit ikki gloyma, at tað sum er gott, er ikki ringt. Hóast mótgongd og truplar tíðir, so sá henda kvinnan eisini tað góða.

Hesi orð havi eg hug at minna á, nú minni enn ein vika er eftir til krossurin skal setast.

Tað eru hend frambrot - og framgongd er skapt hesi 4 árini, listi E hevur havt leiðsluna í býráðnum.

Í Vági hava vit góðar umstøður innan barnaansing, vit hava eitt spennandi ungdómshús, vit hava fyrsta og einasta langhyl í Føroyum, vit hava skapt frambrot við at seta fyrsta fjarlestrardepil á stovn í Føroyum, vit hava eina vaksandi ferðavinnu í býnum, vit hava sett á stovn Føroya fyrsta ítróttarháháskúla o.s.fr..

Vit hava ein hóp av jaligum søgum at siga um framtaksfýsnar vágbingar, sum bæði vinnuliga, ítróttarliga og mentanarliga hava borið Vág og Føroyar framá.

Vit eiga at verða við gott mót, tí nettoskuldin hjá Vágs kommunu seinastu fýra árini er broytt frá góðum 45 mió. kr. við ársbyrjan 2013, til eina nettoskuld, sum er væl undir 10 mió. kr. 1. januar 2017. Hetta gevur okkum størri frælsi til at skapa ein uppaftur meir spennandi bý, betri liviumstøður fyri tey, sum búgva her og møguleikar at gera tær íløgur, sum eru neyðugar

Fíggjarliga hevur kommunan verið væl stýrd seinastu árini, samstundis sum ein rúgva er hent og batar - sum veruliga muna - eru veitir í kommunuskattinum, barnaansingargjøldunum og barnafrádráttinum.

Seinastu trý árini er fólkatalið vaksið við 60 fólkum, hetta er at fegnast um, tí tað er fólkið, sum her býr, sum er grundarlagið undir øllum framburði.

Eg havi drúgvar royndir í býráðsarbeiði og eri fúsur at fara til verka við at skapa enn betur umstøður til øll, sum búgva her í Vági.

Í politikki verður tú aldrin liðugur, tað eru altíð umstøður, sum kunnu betrast, men vit eru á eini góðari og spennandi leið.

Kósin er sett, og vónandi sleppa vit at halda fram við at skapa Vág til ein spennandi og mennandi bý.

TAÐ SUM ER GOTT, ER IKKI RINGT!

Listi E kann tryggja at góða gongdin kann halda áfram.

Okur halda góðu kósina!

X við Danjal