Fríggjadagin 18. september klokkan 20 letur Bernhard Samuelsen upp einsæris málningasýning í Ribarhúsi. Bernhard er fuglfirðingur, uppvaksin Vesturi í Innandals. Hann er sonur Kristinu og Ole Jacob- Olla á Geilagarði.
- Tað er so stak vakurt í Innandals, har náttúran undir Blábjørgum og í Gjógvará lata av sær av Guða givnum ljóði og ljósi alt døgnið, so eygu og oyru hava sælar stundir av hesum fyribrigdi.
Tað sigur Frits Johannesen í tíðindaskrivi í kvøld.
Hann veit at siga, at Bernhard hevur sýnt fram á Varmakelduframsýningini, og nertir hann við sínum penslum á ein náttúrligan hátt tað, sum eygað sær næst við - eins og skýljós og grúgvuljós hálsfevnast í fríum lofti undir hansara penslastrokum.
Bernhard Samuelsen er útbúgvin málari, og framsýningin hjá honum í Ribarhúsi hongur uppi til hósdagin 1. oktober.