Tað skulu vera færri tóm hús í Havn

Býráðið fer nú at biðja Løgtingið um heimild til at krevja, at fólk SKULU búgva í húsum í Havn

Tað eru alt ov nógv hús sum standa tóm og tað er vánaligt fyri trivnaðin í teimum ymsu býlingunum runt umkring í Tórshavnar Kommunu.

 

Tað heldur meirilutin í býráðnum í Havn, og tískil hava tey nú samtykt at biðja landsmyndugleikarnar um at broyta lógina, soleiðis at  kommunan fær heimild til at áseta bústaðarskyldu í ávísum býlingum í Havnini. Tey fara eisini at heita á Kommunufelagið um at taka málið upp. Men tey leggja dent á, at hetta kravið fær ikki afturvirkandi kraft. 

 

– Talan verður bara um at krevja bústaðarskyldu í ávísum býlingum, tá ið nýggj hús verða bygd, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. Men talan kann eisini verða um at krevja bústaðarskyldu, tá ið hús verða seld og skifta eigara, vísti Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini, á. 

 

Tað verður einki sagt um, hvar í kommununi, talan kann verða um at áseta bústaðarskyldu. Men býlingarnir úti á Reyni og Undir Ryggi vórðu nevndir sum tveir býlingar, har talan kann verða um at krevja bústaðarskyldu, tá ið hús skifta eigara.

 

Annika Olsen helt eisini, at fólk hava misskilt ætlanina við bústaðarskyldu, tí tað er vanlig fatan, at tað skal vera eigarin sjálvur, sum skal búgva í húsunum. Tað er ikki so, tí ein eigari er vælkomin at leiga húsið út, tí so lýkur hann treytirnar um bústaðarskyldu. Tað, sum hevur týdning, er, at fólk býr í húsunum, ikki hvør býr í teimum, sigur hon.

 

Men tað liggur eisini í málinum, at tá ið hús verða leigað út, skal talan vera um langtíðarleigu og ikki stutttíðarleigu á Airbnb ella øðrum.

 

Marin Katrina Frýdal sigur, at hon hoyrir mangan frá fólki sum harmast um, at hús í grannalagnum standa myrk og tóm og tað nívir hana, at tað eru so nógv tóm hús »í okkara lítla kæra« høvuðstaði, sum hon málber seg. Hon vísir á, at aðrastaðni hava tey royndir av at áseta bústaðarskyldu og tær. 

 

Endamálið við bústaðarskylduni er at fáa meiri lív í býin, heldur enn at ein partur av honum liggur steindeyður og bæði myrkur og sløktur eftir vanliga arbeiðstíð. Tey hava eisini áður víst á ætlaðu útstykkingar í Nólsoy og tey halda, at tað hevði verið eitt satt vónbrot, verða tey grundstykkini keypt av fólki, sum ikki ætla at búgva í Nólsoy, men sum bara ætla at byggja sær summarhús.

 

Minnilutin í býráðnum tekur ikki undir við hesum, tí tey halda, at hetta er eitt ógvuliga viðkvæmt mál, tí hetta er at gera seg inn á persónliga frælsið hjá fólki. Summi av teimum taka undir við at lýsa bústaðarskyldu á hús, sum eru bygd á grundstykki frá kommununi, men tey vilja ikki vita av at áleggja bústaðarskyldu á núverandi hús.