Tað skal vera tí teir hava álit á mær

Gunnar Nielsen var aftur á bonkinum, tá Manchester City sunnudagin var á vitjan á Upton Park. Hóast dysturin ímóti West Ham ikki hevði so stóran týdning fyri Manchester City, so valdi venjarin, Roberto Mancini, at lata Gunnar sita á bonkinum. Sosialurin var á Upton Park

Gunnar Nielsen hevur upplivað eitt sindur av hvørjum seinasta mánaðan. Fyrst fekk hann debut í Premier League, og útlit vóru fyri fleiri dystum, men so fekk Manchester City serloyvi at leiga ein málmann. - Sum eg segði aftaná Arsenal-dystin tá eg tosaði við fjølmiðlarnir; eg helt hetta verða spennandi, men tá visti eg ikki at tað var møguligt at leiga ein málmann. Teir velja so at leiga ein málmann orsaka av míni manglandi royndum, men tað er so tað tað er, sigur Gunnar við Sosialin.
Sum vanligt er, so komu málmennirnir út at hita upp nakað áðrenn hinir leikarnir. Undir upphitingini var stuttligt at síggja Carlos Tevez, ið var eykamaður, ganga runt og nærmast vera bóltsdrongur fyri Gunnar. Tá upphitingin var um at vera komin at enda, fóru teir framrættaðu at skjóta uppá málið hjá Gunnar. Teir tóktust væl upplagdir. Serliga Emmanuel Adebayor var í góðum lag, meðan hann royndi at lumpa Gunnar í málinum. - Sjálvandi var eg vónbrotin av, at eg ikki slapp at spæla, men eg má eisini duga at síggja, at tað er stórt at eg havi fingið debut í Premier League á einum fullsettum Emirates ímóti Arsenal, sigur Gunnar um kensluna av ikki at standa í málinum sunnudagin.

Hevði vónað
Tá Manchester City mikukvøldið tapti fyri Tottenham, mistu teir møguleikan at røkka fjórða plássinum, ið gevur atgongd til Champions League fótbólt komandi kappingarár. Tí høvdu fleiri vóna, at Gunnar fekk møguleikan sunnudagin. - Fólk hava tosa um, at eg skuldi spæla í dag, men hetta var ein týdningarmikil dystur fyri okkum. Eg leggi heldur einki í, at bara verða blakaður í málið, tí einki er at spæla fyri. Um eg skal spæla, so má tað verða, tí at venjarnir hava álit á mær. Teir skulu velja hvør er best til uppgávuna til hvønn dyst, slær Gunnar fast. Manchester City rakk ikki málinum í ár, sum var eitt fjórða pláss, men hvussu var so stemningurin eftir seinasta dystin í hesum kappingarárinum og hvat segði Mancini við leikararnar? - Hann segði bara “well done” og ynskti okkum góða summarferiu. Stemningurin var bara heilt góður í skiftingarrúminum. Vónbrotið frá tapinum ímóti Tottenham hevur lagt seg eitt sindur, og menn vóru bara glaðir fyri at fáa summarferiu, sigur maðurin við 37-talinum hjá Manchester City. - Vit skulu møta aftur 5. Juli og eg fari bara at njóta summarferiuna saman við familjuni og vinum, men eg fari sjálvandi at halda meg í gongd, og venja eitt sindur meðan eg eri heima, sigur Gunnar at enda.