Hugskotið aftan fyri nýggja felagið Wheel-Kit, sum nú fer undir at leiga GPSarar út til føroyingar, er at tað skal vera bíligt at finna hjá teimum, ið ætla sær at ferðast í bili í Evropa. Nú ber til at leiga sær mest framkomnu útgerðina til at finna veg út í hvønn krók á meginlandinum.
Kort eru fløkjaslig at koyra eftir. Og tú finnur onki kort, sum bæði vísir vegin úr Hanstholm til París og beinir teg beint á eitt nú Disney World ella Versaille slottið.
Men tað gera teir nýggjastu og bestu GPSararnir harafturímóti. Tað er lætt og einfalt at finna vegin til býir, gøtur og adressur. Og við GPSaranum veitst tú altíð við fullari vissu, hvar tú sjálvur ert staddur. Bæði tekstur og tala eru á donskum.
Einasti vansi er, at teir nýggjastu og bestu GPSararnir eru dýrir at keypa. Her er tað Wheel-Kit kemur inn í myndina við einum tilboði, ið sparir kundunum nógvar túsund krónur, ið teir so kunnu brúka at forsøta sær túrin á meginlandinum við. Meira fæst at vita um kostnað við at venda sær til Wheel-Kit. Fyri tey, ið ferðast við Nørronu er serprísur, so ikki verður goldið fyri dagarnar, ið bilurin er umborð á ferjuni.
Tað er bil- og dekkverkstaðið Rag-Vag, ið saman við øðrum hevur tikið stig til at stovna Wheel-Kit. Um undirtøkan fyri útleigu av GPSarum verður góð, fer felagið at víðka tænastuna við at leiga út takboksir, barnastólar og køliboksir.
Hoyr nærri á tel. 595600.