Tað skal vera bíligari at liva í Føroyum

Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
-----
Regnið fáa vit onki gjørt við, men kostnaðarstøðið kunnu vit velja at gera nakað við.
Lutur løntakarans er í stóran mun at selja sína livi­tíð fyri pengar at liva fyri. Pengar at keypa fyri.
Hvørja fer vit rinda meira enn neyðugt fyri eina vøru ella tænastu, oysla vit við teimum avmarknaðu livi­tím­unum, sum vit fingu til­lut­aðar í lívsgávu.
Hendan lívsspilla átti ikki at verið neyðug, tí vit kunnu velja, um vit framhaldandi ynskja at vera dýrasta landið í Europa ella ikki. Tað krevur eina prinsipiella avgerð og síðan eina miðvísa politiska ætlan fyri økið.
Fyrsta stigið er longu tikið. Tað tók Heri á Rógvi í kanningini, har hann stað­festi, at Føroyar er dýrasta landið í Europa. 14 prosent dýrari og 22 prosent lægri lønarlag enn fremsti føroy­ingamagneturin Danmark.
Næsta stigið eigur polit­iska skipanin, sum kann leggja fyri við at kanna, hvør lútur skal til fyri at lækka kostn­aðarstøðið.
Vit hava øll okkara boð uppá, hvussu til ber at lækka prísstøðið – heilsølumaðurin, flutningsfyritøkan og konan við innkeypskurvini. Tað, sum umræður er, at rætti heili­vágurin verður latin rætt­stundis.
Tí er neyðugt, at serkøn fólk fáa til uppgávu at fara afturum at greina økið, fyri síðani at koma við ítøkiligum boðum uppá, hvørji tiltøk skulu til fyri at lætta um hjá vanliga løntakaranum, sum í løtuni má arbeiða alt ov nógvar livitímar fyri at rinda ov nógv fyir mat og húsarhaldsvørur, olju, húsalán, tele, byggitilfar, bil, ferðing o.s.fr.
Tey, sum liva væl av at okra prísin á vørum og tæn­astum, ella av at renna ørindi fyri hesi somu, ynskja sjálvandi ikki eina slíka kanning og koma við ótelj­andi undanførslum.
Alt fer upp at gartera, tá kostnaðarstøðið verður viðgjørt. Hetta kemst helst av, at summi liva væl av, at onki hendir. Og ongin viðgongur, at tey okra, tí hini hava skyldina. Avgjøldini. Flutn­­ingurin. Avmarkaða útboðið. Vantandi kapp­ing­in. Bankarnir. Danir. Ríkis­felags­skapurin. Men hvat er veruligt, og hvat er undan­førsla?
Pengar er ikki alt. Men teir fylla alt, tá teir mangla. Mong eru tey, sum ikki hava ráð at búgva í Føroyum. Serliga tey, sum høvdu tørv á einum lætta, men sum framvegis sita við sviðuð soð eftir, at flatskatturin varð latin teimum, sum eisini framm­anundan høvdu ráð at búgva í dýrasta landinum í Europa.
At koma í dýpdina við hesum álvarsmáli er eisini av­gerandi neyðugt fyri vinn­una, sum tyngist av vant­andi kappingini, sum upp­stendur, tá hon eisini er noydd at keypa vørur og tæn­astur nógv dýrari enn kapp­ingarneytarnar í øðrum londum.
Fólkaminkingin er ein risa avbjóðing, og serliga super­mobilu bólkarnir av ungum og kvinnum, sum ofta eru láginntøkubólkar, ja, kvinnur forvinna bert helvtina av tí, sum mannfólk í Føroyum forvinna. Hjá hesum bólkum er ómetaliga skjótt at lívið verður ov súrt, tá alt er so dýrt, og tá er lættasta loysn­in burturúr tronganum ein einvegis ferðaseðil av land­in­um.
Tí er at vóna, at eitt samt løgting tekur undir upp­skotinum um at útgreina og gera eina ætlan fyri, hvusssu vit ítøkiliga og polit­iskt kunnu lækka høga kostn­aðar­støðið.