Næsta ár fer barnafrádrátturin fyri hvørt børn á Sandi, at hækka munandi.
Tað hevur bygdaráðið samtykt í kvøld.
Bygdaráðið á Sandi hevur nevniliga samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár, og har eru tey samd um, at at tað skal koma fólkinum til góðar at skattainntøkurnar hækka.
Tí hevur bygdarráðið avgjørt at hækka barnafrádráttin 2500 krónur um árið fyri hvørt barn undir 18 ár, upp í 8500 krónur, sigur bygdaráðið í tíðindaskrivi í kvøld.
Sostatt hevur Sandur ein tann hægsta barnafrádráttin í landinum, í hvussu so er av teimum kommunum, har nevnivert av børnum eru. Í Fugloy og í Húsa kommunu er barnafrádrátturin ávikavist 10.000 og 9.000 krónur um árið, men tað er at kalla ókeypis, tí har kunnu børnini teljast á hondunum tilsamans.
Afturat hesum lækkar barnaansingargjaldið á Sandi 100 krónur fyri hvørt barn.
Við hesum verður inntøkan av skatti tann sama næsta ár, sum hon er í ár, 13,3 milliónir krónur. Íløgurnar verða 2,2 milliónir, har størsti parturin fer til teknisk mál, kloakkir, byggibúning, og annað. Men samstundis skal ein millión rindast at skuldini. Tilsamans fer kommunan at kosta 17.190.000 krónur at reka næsta ár.
Samstundis er eisini semja um, at í 2018 eigur skattatrýstið hjá borgarunum tørn at lækka.