Tað skal verða loyvt at koyra skjótari á prutli

Tað er vandamikið, at lítil prutl ikki kunnu koyra skjótari - men revsingin fyri at tuna prutl eigur at verða herd

Lítil prutl skulu eisini hava loyvi til at koyra 50 kilometrar um tíman, akkurát sum stór prutl.

Tað er endamálið við einum uppskoti, næmingar í 9. flokki í Vági hava lagt fyri Ungdómstingið í morgun.

Fyri nøkrum árum síðani broytti Løgtingið lógina soleiðis at prutl verða býtt í tveir bólkar.

Annar bólkurin kallast lítil prutl og tey kunnu í mesta lagi koyra 30 kilometrar um tíman. Hinvegin er 15 ára aldursmark fyri at taka koyrikort til tey.

Hin bólkurin er stór prutl og tey kunnu koyra 50 kilometrar um tíman og aldursmarkið at taka koyrikort til tey, er 16 ár.

Men næmingarnir í Vági halda, at øll prutl skulu hava loyvi at koyra 50 kilometrar um tíman.

Øll á ungdómstinginum, sum høvdu orðið í hesum máli, eru samd við tey, sum løgdu uppskotið fram, tí tey halda, at tað er vandamikið at lítil prutl bara kunnu koyra 30 kilometrar um tíman.

Tey vísa á, at nógvir vegir í Føroyum eru smalir, men tá ið prutlini koyra so seint, verða tey mangan yvirhálað av bilum, sum koyra 50 í bygdum øki, og koyra 80 ímillum bygdir.

Tey siga, at tað er alt annað enn vandaleysst og tað elvir javnan óhapp at prutl koyrir so seint. Høvdu prutlini kunna koyrt 50, høvdu tey kunna fylgt við ferðsluni annars og so slapst undan nógvum yvirhálingum.

Onkur heldur eisini, at tá ið prutlini bara kunnu koyra 30, eggjar tað teimum ungu at tuna prutlini ístaðin, og so koyra tey nógv skjótari og tað er heldur ikki vandaleyst.

Hinvegin halda tey eisini, at revsingin fyri at broyta prutlið, so at tað koyrir skjótari, eigur at verða herd.