Tað skal vera lættari at verða prestur í Føroyum.
Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Hóast Miðflokkurin er í samgongu, staðfestir Jenis av Rana, at flokkurin kann ikki taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, um treytirnar fyri at kunna vera prestur í føroysku fólkakirkjuni.
Jenis av Rana staðfestir, at krøvini í latíni fyri at verða prestur eru so strong, at í veruleikanum eru tað bara universitetið í Aarhus og í Keypmannahavn, sum kunnu útbúgva prestar til føroysku kirkjuna.
Tað merkir, at tey, sum fáa útbúgving á Dansk Bibelinstitutt og øðrum prestaskúlum í Danmark og Noregi, kunnu ikki verða prestar í Føroyum uttan at taka ískoytisútbúgving, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
- Og Miðflokkurin vil ikki vera við til at útihýsa prestum, sum hava útbúgving á skúlum, har rákið er eitt sindur øðrvísi og eitt sindur tryggari eftir okkara tykki, enn á universitetunum í Aarhus og í Keypmannahavn, sigur Jenis av Rana.
Annars fær uppskotið rættiliga góða undirtøku í Løgtinginum, bæði í samgongu og í andstøðu