Tað kemur fyri, at alilaksur sleppur úr aliringum ella nótum. Tað er sera óheppið, tá alilaksur sleppir út í náttúruna, tí tað hevur avleiðingar fyri vistskipanina í økinum.
Tá ið Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, legði eina frágreiðing um alivinnuna fyri Løgtingið, staðfesti hann, at eftir galdandi reglum er tað alarin, ið hevur ábyrgdina av at fanga laks aftur, sum er sloppin.
Tað kann tó verða sera trupult at staðfesta, hvaðani laksurin er komin, tá slíkt hendir, og harvið at meta um, hvør eigur laksin. Eitt ømi um hetta var í ósanum í Leynum á sumri og heysti 2018, tá fleiri hundrað laksar vórðu funnir í Leyná. Hóast alifeløgini ikki funnu nakað hol í nótunum, vístu kanningar hjá Fiskaaling, at talan helst var um alilaks, sum nýliga var sloppin.
Tann laksurin var so illa fyri, at ein partur doyði, meðan hann stóð í ánni, segði Helgi Abrahamsen.
Tað eydnaðist tó Havbúnaðarfelagnum og teimum trimum alifeløgunum í felag at skipa soleiðis fyri, at fiskurin varð tikin úr ánni við hjálp frá Sílaveiðifelagnum.
Harumframt varð eisini samstarvað við bøndur, Landsdjóralæknan, Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Fiskimálaráðið um at fáa fiskin úr ánni.
Men Helgi Abrahamsen sigur, at hendingin vísti, at tørvur er á eini tilbúgving, ið er til reiðar at taka við, tá slíkt hendir. Tí hevur Havbúnaðarfelagið, í samstarvi við Landsdjóralæknan, gjørt eina tilbúgvingarætlan. Endamálið við tilbúgvingarætlanini er at skipa fyri, at alilaksur skjótt og trygt kann verða tikin úr áum, tá ið hann sleppur úr einum aliringi.
– Eftir galdandi reglum skal alarin biðja jarðareigaran um loyvi, áðrenn fiskur kann verða tikin upp. Oftast er talan um fleiri jarðareigarar, ið skulu geva loyvi, og hetta kann tí seinka tilgongdini munandi, segði hann.
Tá ið sloppin laksur skal takast, er somuleiðis neyðugt at Fiskimálaráðið gevur undantak frá kunngerðini um síla- og laksaveiðu, og slíkt undantak skal eftir vanligum fyrisitingarrætti í hoyring hjá viðkomandi pørtum.
– Fyri at tryggja, at borið kann verða skjótt at í slíkum føri, er ætlanin at broyta alilógini, so at landsdjóralæknin fær víðari heimildir. Sosatt skal hann herefrir kunnak krevja. at laksur, sum er sloppin verður tikin upp, uttan at jarðareigarar verða spurdir eftir, og uttan at tað skal vera neyðugt at geva undantak frá kunngerðini um síla- og laksaveiðu.
Helgi Abrahamsen væntar, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið um hetta eina ferð í næstu tingsetu, sum byrjar á ólavsøku.