Við eitt av borðinum í Café Natúr sita fýra fólk. Tað er danski sangarin og plátuvendarin, Freedom, sum situr saman við trimum øðrum. Hini eru Gitte-Reneé, Kasper og Sune, og tey eru ávíkavíst dansarar og ljóðmaður. Freedom, eisini kendur sum Hans Henning Schmidt, er bæði blíður og týður, og hann er ógvuliga lættur at tosa við.
Tey siga øll við ein munn, at tey ikki kendu nógv til Føroyar áðrenn tey leitaðu sær til oyggjarnar. Tað høvdu hoyrt, at her skuldi verið ógvuliga vakurt, og hetta høvdu tey eisini sannað tað teir tímarnar teir høvdu verið her.
Byrjaði sum ungur
Freedom byrjaði á heilt ungum aldri at vera plátuvendari. Tað var longu í fólkaskúlanum, at hann fyrstu ferð fekk pengar fyri at venda plátum. Hetta hevur hann síðani hildið áfram við, og í dag er hann 27 ár og tað má sigast at ganga rættiliga gott.
Hann er kendur víða hvar í Danmark, men hevur ikki havt eydnuna við sær uttanfyri danska kongaríkið higartil. Hetta er fyrstu ferð, at hann fer útum syðra endan av kongaríkinum fyri at spæla.
- Eg eri ótrúliga spentur um, hvussu tað fer at ganga við at spæla í Føroyum, og eg havi glett meg nógv seinastu tíðina, sigur Freedom.
Hann sigur seg vera ógvuliga rørdan yvir, at fólk í Føroyum hava tikið tónleiki hjá honum til sín, og hann fegnast yvir, at lagið hjá ?Hold On? leingi hevur verið at sæð ovarliga á tónatindunum í Føroyum.
- Eg kenni sum so einki til føroysk tónleik ella Føroyar, men eg eri spentur at vita, hvat eg kann koma at kenna hesa stuttu tíð í Føroyum, sigur Freedom.
Tók langa tíð at sláa ígjøgnum
Sum áður nevnt, so hevur Freedom verið virkin í rættiliga langa tíð, men tað er fyrst í seinastuni, at hann veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot. Tað Jesper Landgaard, sum í sínari tíð gjørdi lagið ?Hang On?, men hetta gjørdist ikki nakað hit hjá honum. Lagið kom tó fyri oyra á Freedom, og hann byrjaði at spæla sær við lagið, tá hann ferðaðist úti sum plátuvendari. Hetta gjørdist skjótt so væl mótttikið, at hann fór at kanna møguleikarnar at geva lagið út. Hetta gjørdist trupult, og tað tók eisini eini tvey ár áðrenn tað eydnaðist Freedom at fáa lagið givið út. Hetta var eftir, at hann hevði gjørt eina nýggja útgávu av sanginum, og er tað hendan, sum er vorðin so sera væl umtókt. Sangurin hevur ligið sum nummar 2 á danska hitlistanum yvir stakfløgur.
Freedom kallar sjálvur sín tónleik fyri pop. Hann sigur, at fyri at sláa ígjøgnum so skal meira enn ein góður sangur til, hetta hevur hann ásannað.
- Tað hevði ikki eydnast mær at sligið ígjøgnum um eg ikki hevði havt baklandið við mær, sigur Freedom.
Vána framførsla
Undirritaði stak ein túr inn á gólvið, tá Freedom spældi leygarkvøldið. Frammanundan hevði hann sagt, at tað mesta fór at vera ?play back?, og tá skal sigast, at hann helt sítt lyfti. Røddin hjá Freedom hoyrdist tó í løtum. Tað eydnaðist honum at fáa áhoyrarnir upp at koyra, so tá hevur framførslan uttan iva verið góð. Fyri ein, sum stóð og hugdi at, so var tað ein einki serliga góð framførsla, ið ein sá. Synkroniseringin var til tíðir so vánalig, at tað næstan var láturligt. Freedom er kanska ikki heimsins besti sangari, men ein kundi ynskt sær meira frá honum. Tað eydnaðist at fáa tað at koyra hjá einum stórum parti av áhoyarnum, men tá tað er sagt, so kundi ein lættliga ynskt sær meira teir 35 minuttirnar hann stóð á pallinum.