Íbúðarbygging
Bústaður er mannarættur! Tórshavnar kommuna skal verða opin og taka væl ímoti øllum teim ungu, sum velja at búseta seg her. Vit fara at arbeiða fyri at útvega bílig leigugrundstykkir til ungar familjur og ungfólk, sum seta búgv í kommununi. Vit kenna slíka skipan frá Reykjavík.
Til tess at røkka hesum málsetningi keypir kommunan stór øki at leggja út til grundstykkir og íbúðarbygging. Vit skulu gera bæði lutaíbúðir og leiguíbúðir og eigaraíbúðir til ung sum gomul.
Vit fara at arbeiða við alternativum, eksperimenterandi íbúðarbygging, møguliga við studningi frá kommunu og landi, at vísa á nýggjar leiðir – ikki minst viðvíkjandi orkusparing, lítlum viðlíkahaldi og tættari bygging til tess at spara leiðingar og vegir, alt við einum økologiskum hugburði sum grundarlagi.
Tað skal bera til hjá ungum familium at seta búgv í Havn.
Til tess at náa hesum máli verður arbeitt við at fólk gera ibúðir við høgari góðsku og byrjast kann við minni íbúð/húsið, sum seinni kann útbyggjast eftir tørvi.
Íbúðarøkini eiga at verða væl skipað og í tilknýti til tað býarbygging, sum annars fer fram nú, soleiðis at hesi ikki gerast “sovibýir”, men verða aktivir býlingar í einum annars pulseraðum býarlívið. Arbeiðspláss, handlar og tænastuvirksemi eigur eisini at kunna verða partar av nýggju býlingunum.
CO2 útláti skal verða minst møguligt og hugsast má í sambandi við bústaðabygging um alternativa orku so sum vind, jørð, aldu, sól/ljósorku v.m.
Ferðslan til og frá býlingunum skal verða á tryggan hátt fyri øll, soleiðis skal verða gongubreytir/teigar og sýklubreytir á tryggan hátt.
Í komadi vælskeiði skulu allar góðar kreftir arbeiða fyri, at ungar familiur kunnu seta búgv í Havn.