Isa Rogild, forkvinna í bæði postdeildini hjá HK og í norðurlendska felagnum, er í hesum døgum í Føroyum á vitjan. Her er talan um eina roynda kvinnu innan fakfelagsøkið, og hon ferðast javnan runt í norðurlondum fyri at samskifta um royndir hvør hjá øðrum. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at hon vitjar í Føroyum.
Hjá Heidi Biskopstø er støðan nærmast hin øvugta. Hon er nevniliga nývald sum forkvinna í Føroya Postfelag, og tí dregur hon uttan iva til sín av drúgvu royndunum hjá danska starvsfelaganum.
Serliga tá hugsað verður um tær broytingar og tillagingar, sum føroyska postverkið í hesum døgum stendur fyri í sambandi við umleggingina til partafelag, tí hetta hevur Post Danmark alt gingið ígjøgnum. So eisini á tí økinum hevur Isa Rogild sínar royndir.
- Hjá okkum er skiftið frá almennum til privatan stovn farið fram uttan nakrar trupulleikar. Allar broytingar og tillagingar eru gjørdar í samstarvi við starvsfólkið og vit hava sum fakfelag tikið undir við teimum øllum, sigur Isa Rogild.
Í Danmark er tað soleiðis, at í fakfelagnum, sum Isa Rogild er forkvinna fyri, eru bara tey starvsfólkini, sum arbeiða inni á posthúsunum, meðan eitt nú postboðini eru í øðrum fakfelag, tí sonevnda 3F. Í Føroyum eru øll undir sama hatti so at siga.
Etiskt og sakligt
Tær báðar forkvinnurnar siga, at tað er í lagi at siga fólki upp, um nú virksemið minkar hjá einari fyritøku. Men hendir tað, skal tað gerast á ein slíkan hátt, at hvør einstakur uppsagdur fær eina grundgeving fyri, hví júst viðkomandi varð uppsagdur.
- Tað skal vera ein bæði etisk og saklig grundgeving fyri uppsøgnini, og tað er nakað, vit sakna í hesum førinum, siga tær báðar.
Í hvørjum einstøkum føri má hyggjast at støðuni og metast um, hvat fyritøkan hevur gjørt rætt, og hvat hon hevur gjørt skeivt. Og tá tað er greitt, má støða takast út frá tí.
- Í hesum førinum tykist sum farið er eitt sindur undarliga fram. Tá uppsøgdu fólkini ikki so frægt sum sleppa at siga starvsfeløgunum farvæl, so er tað í hvussu er ikki nakað, vit kenna til í Danmark, sigur Isa Rogild.
Verandi avtala
Bæði Heidi Biskopstø og Isa Rogild leggja dent á, at tað er ógvuliga umráðandi, at broytingar á arbeiðsplássinum fara fram í sátt og semju millum leiðslu og starvsfólk.
- Eisini aftan á umleggingina frá almennaru fyritøku til partafelag eru vit farin undir samráðingar við galdandi sáttmála sum grundarlagi. Og tað er heilt náttúrligt. Eisini er ógvuliga umráðandi, at vit hittast sum javnlíkir partar við virðing fyri hvørjum øðrum, sigur Isa Rogild.
Hon sigur, at meiri enn 90% av verandi avtalu er júst tað sama, sum avtalan var undan umleggingini til partafelag.
Hon sigur víðari, at álitisfólkaskipanin er ógvuliga týdningarmikil, og eigur at verða vard í sjálvum sáttmálanum. Og hetta er gjørt í Danmark, sigur Isa Rogild.
Eftir umleggingina til partafelag hevur danska stjórnin gjørt av at selja 25% av partabrøvunum, og tað er ein pensjónsgrunnur, CVC, sum hevur keypt 22%, meðan starvsfólkið í Post Danmark eigur 3%. Restina av partabrøvunum eigur so danski staturin.
Verða verandi
Nú føroyska postverkið stendur fyri broytingum er kanska vert at skeita eitt sindur at, hvussu hesar vórðu skipaðar í Danmark. Og har vísir Isa Rogild á, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at alt verður framt á skilabesta hátt, fyri at yvirgangurin skal gerast so lagaligur sum gjørligt.
- Tað, sum er broytt, er broytt í fullari semju millum leiðslu og starvsfólk, sigur Isa Rogild.
Ein liberalisering er farin fram innan postútbering soleiðis, at øll brøv yvir 50 gramm er full kapping um. Í Danmark kenna tey hesa kappingina frá einum felag, sum nevnist City Mail, sum norska postverkið eigur. Hendan fyritøkan arbeiðir í einum øki í Keypmannahavn, og velur sær tær rutur, sum eru fíggjarliga áhugaverdar, meðan hini økini verða latin Post Danmark at røkja.
Fulla liberaliseringin innan postútbeginr skuldi gerast í 2009, men hetta er nú skotið út til 2011. Men brøvini blíva ikki burtur.
- Kanningar vísa, at fólk lesa beinanvegin brøvini, tey fáa í postkassanum, meðan e-mails ikki verða lisin og svarað eins skjótt. Tí eru líkindini fyri, at brøv verða verandi ógvuliga góð, metir Isa Rogild.
Samstarv
Eins og Post Danmark hevur tillaga seg tørvin, so verður hetta eisini neyðugt hjá Postverki Føroya at gera. Men bæði Heidi Biskopstø og Isa Rogild leggja dent á, at hesar tillagingar fara fram í samráð millum allar partar í fyritøkuni.
- Hjá okkum er alt farið fram í samráð millum administrativu leiðsluna og fakligu leiðsluna. Hetta er eisini neyðugt, skal tað besta fáast burtur úr, sigur Isa Rogild.
Hetta er eisini galdandi, tá neyðugt er at siga fólki upp. Tann, sum verður uppsagdur, má fáa eina virðiliga viðferð.
- Eg plagi at siga, at um tann uppsagdi verður væl viðfarin, so heldur hann fram at verða ambassadørur fyri fyritøkuna, eisini eftir at hann er sagdur úr starvi, júst tí viðkomandi kennir seg væl viðfarnan, sigur Isa Rogild.
Og hetta er júst brennandi punktið í teimum uppsagnum, sum framdar eru í Postverki Føroya. Har vil fakfelagi framvegis hava neyðugu grundgevingarnar fyri, hví júst tey fólkini, sum uppsøgd eru, vórðu vald út.
Av teimum 15 uppsøgdu fólkunum eru tíggju postboð, tvey skrivstovufólk, tveir bilførarar og eitt fólk, ið starvaðist í kantinuni.