Tað siðbundna og modernaða bresta saman

- Vit uppliva eina gjógv millum partar í samfelagnum, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari

Seinastu vikuna hava tvey mótmælistiltøk verið í Havn ímóti politikkinum hjá landsstýrinum. Fólk hava mótmælt broytingunum í hjúnabandslógini og fiskivinnunýskipanina. Á skeinkistaðnum Sirkus í Havn var hátíðartiltak týskvøldið, tá ið samkynda hjúnabandið var endaliga samtykt í løgtinginum.

Seinastu dagarnir hava víst rembingar og munir í føroyska samfelagnum, og lutvíst er talan um eina uppgerð millum eina siðbundna fatan úti um landið og eina modernaða hugsan í høvuðsstaðnum. 


Bæði tá ið tað snýr seg um hjúnabandslógina og fiskivinnunýskipanina standa øki í landinum í vissan mun uppi ímóti hvørjum øðrum.

Undirtøkan fyri samkyndum hjúnabandi er sterkast í høvuðsstaðnum, meðan mótstøðan er størsta í Norðoyggjum og Eysturoy.

Mótstøðan ímóti fiskivinnunýskipanini er størst í teimum vinnuliga sterkastu økjunum, sum eru Eysturoy og Norðoyggjar, meðan flokkarnir, sum vilja gera nýskipan av fiskivinnuni, í stóran mun grundað sín politikk á eina sterka undirtøku í høvuðsstaðnum.

Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, heldur, at Føroyar eru í einari broytingartíð.

- Vit uppliva eina gjógv millum partar í samfelagnum. Í málinum um broytingarnar í hjúnabandslógini er tað ein gjógv millum tað siðbundna og tað modernaða. Hetta er ein virðiskampur, sum vit hava sæð áður – eitt nú í sambandi við 266b, sigur Árni Gregersen við VikuskiftisSosialin.

- Tað, sum politikararnir í grundini gera, er bara at seta Føroyar inn í ein altjóða samanhang, tí samkynda hjúnalagið er jú eitt rák, sum er komið uttanífrá, og sum eisini rakar okkum. Vit fara við rákinum, sigur Árni Gregersen.

Meira kann lesast um evnið í VikuskiftisSosialinum.