Tað siðbundna er yt til galla

Tá hugsað verður um galla, ræður um at tora. Nú skal tað vera elegant, men tó samstundis dramatiskt. Planet.fo hitti make-up artistin, fashion stylistin og Image Consultantin, Hans Fróða Hansen.

Hans Fróði Hansen er so við og við vorðið eitt kent navn bæði í Føroyum, Íslandi og longur úti í heimi. Hann arbeiðir innan mótaheimin og hevur úr at gera við at ráðgeva innan móta, stíl, sminku, húðrøkt, hár... - ja, alt, ið hevur við útsjónd at gera. Og alt hevur til endamáls at fáa fólk at kenna seg væl, samstundis sum tað sær gott út og sendir røttu tekinini.
 
Ósiðbundið
Stutt og greitt er besta ráðið, Hans Fróði gevur okkum, sum í næstum ætla at klæða okkum til Planet Galla, at tað ikki skulu vera siðbundin klæðir  t.e. ikki bara ein vanligur klædningur saman við eini vanligari skjúrtu: Maðurin, ið heldur, hann í eina gallaveitslu bert kann fara í tann siðbundna klædningin og mest praktisku skógvarnar, ið viðkomandi møguliga keypti til brúdleypið hjá ommuni, hevur misskilt eitthvørt. Í gallagildi skal tað vera meira enn tað vanliga, tí her er tað ikki nóg mikið bara at vera siðbundin og praktiskur. Meira skal verða gjørt burtur úr designinum. 
 
Munur á galla- og brúdleypsveitslum
Klædnastílurin til galla er ikki tann sami sum í brúdleypsveitslum. Í brúdleypi lata vit okkum sum oftast í eitt rímiliga afturhaldandi ella vanabundið klædnasett, tí tá er tað jú brúðurin og brúðgómurin, ið vit skulu veita ans. Er tað harafturímóti ein gallaveitsla, skulu klæðini ikki longur vera vanabundin  tvørturímóti  nú er alt loyvt, og mótsetningarnir í litunum nógv størri.
 
Elegant og dramatiskt
Klædnastílurin til galla skal vera elegantur, men tó somuleiðis dramatiskur. Megna vit at vera hesi bæði hugtøkini í einum, er tað óført. Men hvat er tað, bæði at vera elegantur og dramatiskur samtíðis? Jú, tað er at seta klæðini saman á rættan hátt. Tað er tó ikki soleiðis, at vanligi klædningurin ikki kann brúkast longur. Tí um bert tilhoyrið er í lagi, ber alt hetta til. T.d. hóskar tað sera væl at vera í einum vanligum svørtum klædningi saman við einari skjúrtu og slipsi í onkum øðrum sterkum liti. So hóskar tað sjálvandi eisini væl við onkrum smørtum belti, uri o.ø. tilhoyri.  Og at tora at spæla við litirnar er at kalla  eitt must, men tað skal tó vera á ein elegantan hátt og ikki ónossligt. So við at spæla við litirnar lyftir tú tað eleganta, og tástani verður tað eisini dramatiskt,  leggur Hans Fróði afturat.
 
Galla ikki à la grýlustílur
Eitt annað gott ráð frá Hans Fróða er, at tað, vit lata okkum í, skal vera gjøgnumhugsað. Kjarnin til galla er, sum áður nevnt, at tora at klæða seg í meira enn tað vanliga siðbundna, men tó ikki eins og til eina grýluveitslu, tí so er tað kiksað: Vit, ið hitta teg, skulu hugsa, at tú hevur hugsað teg meira enn eina ella kanska tvær ferðir um, áðrenn tú fórt júst í handa klædnabúnan... Tað er sjálvandi ein løtt loysn hjá monnum, bara at fara í tað siðbundna, men so leggur eingin merki til tín.
 
Hans Fróðasa puss til Planet Galla 2006
Eftir øll hesi góðu ráðini var eg sjálvandi alspent eftir at vita, hvat Hans Fróði sjálvur hevði farið í, um hann fór á Planet Galla. Eg varð eyðvitað tikin á bóli, tá hann segði frá, at gallaklæðini til Planet Galla sjálvsagt liggja klár at fara í: Eg fari í hvítan klædningsjakka, hvíta skjúrtu, hvítt slips, svartar klædningsbuksur og einar hvítar skógvar við onkrum smávegis grønum á. Síðan ætli eg mær í eitt ur og eitt brillustell í einum sterkum grønum liti, ið hóskar sera væl til skógvarnar og samtíðis broytir frá tí svart-hvíta settinum. Hetta er kanska ikki ein stílur, nakar føroyingur hevði farið í, men eg haldi tað er kuul og røkkur heilt út á eggina. Júst hetta við at fáa sterkar litir at renna saman við teimum siðbundnu litunum er elegant, men samstundis dramatiskt, sigur Hans Fróði við einum brosi.
Leggjast kann afturat, at skógvarnir hjá Hans Fróða eru ein blandingur av rotuskóm og ítróttaskóm  tílíkir, ið Hans Fróði væl kann nýta dagliga til kovboybuksustíl, men samstundis eisini til heilt fínt stás.
 
 
 5 tey bestu ráðini til mannfólkini frá Hans Fróða Hansen  Not must-haves
 
Ikki kovboybuksur, tí tað lækkar støðið munandi.
Um tú ert í svørtum buksum og svørtum skóm, eru hvítar hosur avgjørt yt.
Ógjørt, nývaskað hár er ikki eitt gott hugskot, men heldur skal tað vera lív og spæl í hárinum. Og um tú hevur latið teg í fínasta pussið, og hárið samstundis er steindeytt, er alt til fánýtis.
Ikki skitnar ella stórar neglir.
Minst til, vit hava tveir reyvabøllar og ikki ein. Tað er forboðið at hava mappu í reyvalummanum.
Tað skulu vera tvær eygnabrýr og ikki ein. Hárvøkstur skal ikki ganga út í eitt oman fyri eygað, men glopp skal vera ímillum.