Landsstýrisaamgongan hevur gjørt av, at eftir nýggjar verður tað dýrari at roykja, samstundis sum søtmetið verður dýrari Avgjaldið á bommum, sjokulátu og søtum keks fer 32 prosent upp á nýggjárinum, og tubbak dýrkar so mikið, at ein sigarettpakki verður fimm krónur dýrari enn nú.
Samgongan sigur, at átøkini fara at bøta um heilsuna hjá fólki, um so er, at nýtslan av tubbaki og søtmeti minkar, tí vørurnar verða dýrari at keypa.
Kortini væntar landsstýrissamgongan at fáa einar 27 mió. krónur í meirinntøku av avgjaldshækkingunum næsta ár.