Crystal Palace hevur fingið eina ræðuliga byrjan uppá nýggja kappingarárið í Premier League. Í dag tapti felagið aftur stórt, tá teir vitjaðu á útivølli móti Manchester United, tí dysturin endaði við greiðum 4-0 sigri til Manchester United. Crystal Palace eigur tískil bæði síni fyrstu stig til góðar í kappingarárinum, og eisini fyrsta málið, tí eftir sjey umfør hevur Crystal Palace ongantíð megna at skora í málið hjá mótstøðuliðnum higartil.
Stóri maðurin á liðnum hjá Manchester United í dag var belgiski leikarin, Marouane Fellaini, ið mangan hevur verið útskeldaður av áskoðarunum hjá Manchester United. Marouane Fellaini skoraði nevniliga tvey av málunum, meðan Juan Mata og Romelu Lukaku skoraðu hini bæði málini.
Í øðrum dystum vunnu West Ham og Stoke týðandi heimasigrar í teirra uppgerðum. Merkisvert við báðum uppgerðunum var, at sigursmálið ikki kom fyrrenn seint móti dystarenda.
Úrslitini í Premier League í dag:
Huddersfield – Tottenham 0-4
Bournemouth – Leicester 0-0
Manchester United – Crystal Palace 4-0
Stoke – Southampton 2-1
West Bromwich – Watford 2-2
West Ham – Swansea 1-0