Tað sær svart út hjá Atlantic Petroleum

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur brúk fyri so nógvum pengum í ár, at tað eru tey, sum seta spurnartekn við, um felagið fer at yvirliva. Morten V. Langer, blaðstjóri og partabrævagreinari, sigur at felagið er í vanda fyri at fara, um verandi lángevarar ikki leingja sínar avtalur. Og grannskoðarin hjá felagnum, Inpact, hevur kent tað neyðugt at seta eina álvarsliga ískoytisupplýsing í roknskapin. Stjórin Wilhelm Petersen sigur hinvegin, at felagið er sterkt, og fer at megna at umfíggja skuldina sum einki

Tá Atlantic Petroleum fyri nøkrum árum síðani hevði eina lýsingarherferð fyri partabrøvum í felagnum, var herrópið: “Tað sær svart út”. Hesi orð passa betri enn nakrantíð til felagið, sum bæði hevur ryggin ímóti múrinum í sambandi við umfígging av lánum, ið fella til gjaldingar í ár, og samstundis fyri stuttum byrjaði at framleiða tað svarta gullið: Oljuna.

Øðrvísi støða

Tá nevndarformaðurin í oljufelagnum Atlantic Petroleum komandi leygar­dag fer at bjóða vælkomin til aðalfund felagsins, er hann í einari støðu, sum hann ongantíð hevur verið í áður. Fyri tað fyrsta, er felagið fyri fyrstu ferð trongt reint fíggjarliga, og harnæst er tað fyrstu ferð, at kursurin á partabrøvunum er lægri enn á aðalfundinum árið fyri.

Atlantic Petroleum hevur í løtuni ryggin ímóti múr­inum, og skal út á láni­marknaðin eftir 410 milli­ónum krónum næstu níggju mánaðirnar, bara fyri at um­fíggja verandi lán. Har­afturat hevur felagið brúk fyri 90 milliónum krónum til útbygging og leiting. Pening, sum tó sær út til at kunna fíggjast við peninga­streyminum hjá felagnum.

At skula finna eina lítla hálva milliard krónur á ein­um lánimarknaði, sum er píndur niður av einari al­­tjóða fíggjarkreppu, er ikki bara sum at siga tað, og tað veit Kjartan Hoydal, nevnd­arformaður í Atlantic Petroleum. Tí nevnir hann eisini fleiri staðni í skrivaðu formansfrágreiðingini, sum er almannakunngjørd í sam­bandi við roknskapin, broyttu umstøðurnar. Orð­ingar sum “avbjóðandi fíggj­arliga umhvørvið” og “nýggi fíggjarligi hugburð­urin” verða lagdar afturat, tá tosað verður um verandi støðu og arbeiðið, sum liggur fyri framman.

Felagið í vanda

Nakni veruleikin hjá einum oljufelag, sum skal út at umfíggja frá stuttfreistaðum lánum til langfreistað, er tann, at bara reinar inntøkur kunnu brúkast sum argu­ment yvirfyri lánveitara. Fara vit bara tvey ár aftur í tíðina, bar eisini til at hyggja at øðrum virðum í oljufeløgunum – eitt nú leitiloyvum. Í dag er tað “cool cash”, tað snýr seg um, og Atlantic Petroleum er í teirri hepnu støðu, at felagið hevur inntøkur, og sambært stjóranum, Wil­helm Petersen, fara hesar inntøkur at veksa nógv næstu tíðina.

Men sjálvt um Atlantic Petroleum hevur inntøkur, og fer at fáa enn fleiri um ikki so langa tíð, so eru fleiri sum seta spurnartekn við møguleikarnar at halda fram – í hvussu so er so, sum felagið er sett saman í løtuni. Ein av teimum er Morten V. Langer, búskap­arfrøðingur og blaðstjóri á m.a. Aktieugebrevet. Hann sigur við Sosialin, at tað skulu heilt serlig kort á borðið fyri at sleppa at umfíggja skuld í hesum døgum.

- Tað eru bara inntøkur, sum telja, og hevur felagið ikki nóg nógvar av teimum, so er eingin kjansur, at út­­lendskir bankar ella lán­veitarar vilja nerta við At­lantic Petroleum, sigur hann.

- Við oljuvirðum, sum samlað bara svara til tað, sum felagið skal út at umfíggja, er kjansurin ikki góður fyri at fáa útlendskar bankar at taka yvir føroysku lánini, so møguleikin fyri, at føroysku bankarnir geva Atlantic Petroleum ein skoða, er kanska einasti møguleiki í løtuni, sigur hann.

Hesum avvísir Wilhelm Petersen blankt.

- Vit hava bara bíða eftir at okkara næsta felt skal fara undir framleiðslu, og nú er so klárt at fara í holt við umfíggingina av álvara, og hon fer at ganga gott, lovar hann og leggur afturat, at tað sær gott út við møgu­leikum at umfíggja føroysku skuldina, sum er í Eik Banka og Føroya Banka, við útlendskum lánum – ser­liga úr Bretlandi.

Orðini hjá grann­skoðaranum

Í seinasta roknskapinum hjá Atlantic Petroleum, sum gav eitt hall upp á knappar 90 milliónir krónur, er ein viðmerking frá grannskoð­arafelagnum Spect. Felagið skrivar, at tað er ein treyt fyri, at Atlantic Petroleum skal halda fram við at virka næsta árið, at umfíggingin av teimum lánum, sum fella til gjaldingar í ár, verður fing­in upp á pláss. Grann­skoðarin góðtekur altso ta frágreiðing, sum hann hev­ur fingið frá nevndini og leiðsluni í felagnum um umfíggingartilgongdina, og fleiri viðmerkingar enn tað, sum stendur skrivað í rokn­skapin, vil Inpact ikki gera. Fróði Sivertsen frá Inpact sigur við Sosialin, at felagið ikki ger viðmerkingar um einstøk viðskiftafólk, og so vísir hann annars til orð­ingina í roknskapinum.

Nakra útdýpandi frá­greið­ing um ta tiltrúgv sum In­­pact hevur til Atlantic Petroleum, fingu vit sostatt ikki. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur at umfíggingin verður fingin upp á pláss, og at viðmerkingin frá grann­skoðaranum verður tikin í álvara, men innihaldið í henni verður ikki nakað “issue”, sum hann málber seg. Altso eingin trupulleiki har, sambært stjóranum.

Tað eru tó fleiri, sum Sosialurin hevur tosað við, ið halda at átekningin ella viðmerkingin frá Inpact í roknskapinum er sera álv­arslig, og at hon má byggja á okkurt annað enn tað, sum kann lesast í rokn­skap­inum og frágreiðingunum.

Ein grannskoðari, sum vit hava tosað við, metir at grannskoðarin hjá Atlantic Petroleum má hava fingið at vita nakað meira, tí tølini og orðini í roknskapinum og frágreiðingunum eru ikki nóg jalig, so at skilja, at okkurt meira ítøkiligt átti at ligið til grundarlag fyri at góðtaka framtíðarætlanirnar hjá felagnum.

Olja fyri góðar 400 mió

Sum sagt, so hyggja fígg­ingarstovnar í hesum døg­um bara eftir inntøkum – bæði hvussu nógvum inn­tøkum felagið kann fáa inn dagliga og í hvussu langt tíðarskeið.

Ein útrokning, sum Nor­dea hevur gjørt í sambandi við eina partabræva­grein­ing, vísir at Atlantic Petrol­eum hevur inntøkugevandi virðir fyri góðar 400 milli­ónir krónur. Við at seta tøl á oljuøkið Chestnut, sum er farið undir framleiðslu, og tey trý økini Ettrick, Chest­nut South og Blackbird, sum fara undir framleiðslu í næstum, sæst at parturin hjá Atlantic Petroleum hev­ur eitt dagsvirði upp á góðar 400 milliónir krónur við verandi oljuprísi.

Greiningin hjá Nordea er knappar tríggjar vikur gom­ul, og sjálvt um niðurstøðan tá var, at kursurin var eitt sindur lægri enn hann átti at verið í mun til ognirnar í felagnum, so mælti Nordea kortini viðskiftafólki sínum til at selja partabrøv síni í Atlantic Petroleum. Grund­gevingarnar hjá Nordea vóru, at Atlantic Petroleum ikki hevði fingið endur­fíggja stuttfreistaðu lánini upp á pláss enn, og at Ettrick og Chestnut South ikki vóru farin undir at framleiða.

Nordea sigur tó, at fram­leiðsla frá omanfyrinevndu tveimum feltum, kann bøta munandi um støðuna hjá felagnum.

Og tað er eisini hendan knarva, sum Wilhelm Peter­sen hongur sín koll á. Hann sigur, at við einum varis­ligum oljuprísi upp á 50 US dollarar fyri tunnuna, fer Atlantic Petroleum at hava eina bruttoinntøku upp á eina millión krónur um dag­in, tá øll feltini eru komin í framleiðslu um nakrar vik­ur. Tað kostar eina góða helvt at framleiða hesa olj­una, so nettuinntøkurnar hjá felagnum fara verða om­an fyri 400.000 krónur um dagin, sigur hann.

- Var prísurin á olju t.d. 70 dollarar, sum ikki er óhugs­andi at hann verður aftur, kundi felagið havt ár­lig­ar inntøkur, sum nær­um svaraðu til tað, ið vit nú skulu út at umfíggja, leggur hann afturat.

Lógarbroyting

Á aðalfundinum leygar­dag­in skal takast støðu til nakr­ar lógarbroytingar. Í høv­uðsheitum snýr tað seg um at geva nevndini í felagnum heimild til at útskriva kon­vertibul skuldarbrøv ella onn­ur konvertibul skuldar­instrument í tíðarskeiðnum fram til 31. desember 2010. Sjálvt um Wilhelm Petersen, stjóri, sigur, at hetta er bara ein umbøn til eitt amboð, soleiðis at felagið í fram­tíðini skal kunnu brúka hendan møguleikan, um tað gerst neyðugt, so er talan um eitt álvarsmál.

Eitt slíkt amboð kann nevniliga vera við til at av­­henda eitt felag. Eitt kon­vertibult skuldarbræv ella konvertibult lán, verður mett at vera seinasti møgu­leiki, um tað ikki ber til at læna á vanligan hátt fyri van­ligar marknaðartreytir. Ein banki, sum trýr eitt sindur upp á eitt felag, men ikki heilt, kann seta sum krav, at lánið skal kunna “um­doypast” til partapen­ing. Hetta er ein álvarslig støða hjá einum felag, tí klárar tað ikki at liva upp til treytirnar um afturgjald, kann tað enda við, at láni­stovnurin fær so nógv parta­brøv í felagnum, at tað fær ræðið á tí. Hetta er hent nakrar ferðir í seinastuni, m.a. tá ein lánistovnur yvir­tók írska oljufelagið Provi­dence.

Atlantic Petroleum leggur tó upp til, at reglurnar um í mesta lagi 20 prosent at­­kvøðurætt á aðalfundinum framvegis skulu galda – eisini um konvertibul skuld­ar­brøv geva einum láni­veit­ara ein størri ognarlut enn 20 prosent.

Tað ber tó til við eitt sindur av høvuðrokning at síggja, at trý tílík skuld­ar­brøv í útlendskum láni­stovni, sum verða umdoypt til partapening, avreiða fe­­lagið av landinum.

 

 

--------

FAKTA

Atlantic Petroleum hevur havt eitt hall upp á tilsamans 165 milliónir krónur seinastu tvey árini, samstundis sum samlaða skuldin er vaksin úr 45 upp í 436 milliónir krónur. Í fjør fekk felagið tó fyri fyrstu ferð inntøkur av oljuvinnu – góðar 16 milliónir krónur netto – og fer væntandi í ár at vinna fyri eina hálva millión krónur netto um dagin, tá framleiðsla verður frá trimum feltum.

 

----------

FAKTA

Síðsta dag í juli í ár fella 140 milliónir krónur til gjaldingar hjá Atlantic Petroleum. Hálvt ár seinni – 31. desember – fella aðrar 270 milliónir krónur. Sjálvt um lánimarknaðurin er sperdur í hesum døgum, metir Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, ikki at tað verður nakar trupulleiki at fáa umfíggjað hesi lán.