Tað sær ikki gott út í løtuni

Fyrbils stendur tað við, at matur og drekka verður ikki at fáa í flogførunum hjá Atlantsflogi

 

– Hetta sær ikki gott út, men vit fáa ikki gjørt annað enn at fylgt við. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Eftir at vit vóru hart rakt av koronu í vár, batnaði støðan munandi og samstundis boðaði Atlantsflog frá, at tey fóru at flúgva til Edinburgh í Oktober og til Las Palmas á Gran Kanaria í desember.

Les meiri her: Nú hevur atlantsflog tikið støðu til fleiri ruturhttps://www.in.fo/news-detail/news/nu-hevur-atlantsflog-tikid-avgerd-um-ruturnar-til-fleiri-lond/?no_cache=1

Men eftir ólavsøku fingu vit eitt herðindi afturat og nú er støðan heldur óviss, sigur stjórin. Hon sigur, at rættiliga nógv fólk hava bílagt sær ferðaseðil til hesi bæði ferðamálini og hon leggur eisini afturat, at fyribils halda tey fast um ætlanina.

– Vit fylgja við, so vit mugu bara síggja tíðina ann fyri at vita, hvussu úrslitið verður, men verður tað neyðugt at avlýsa tað, verður tað gjørt, leggur hon afturat.

Hon sigur, at í løtuni standa 19 ond í Evropa á reyða lista háuttanríkisráðnum í Danmark, har har eru eisini lond, Atlantsflog hevur flogið til.

Tá í korona tók seg upp aftur eftir ólavsøku, fóru íslendingar at krevja, at fólk skuldu í sóttarhald og tí gavst Atlantsflog at flúgva til Íslands.

Fyribils flúgva vit ikki til Íslands aftur fyrr enn 6. oktober, men eisini tað veldst um, hvussu gongdin verður.

Alt hetta merkir, at í løtuni flýgur Atlantsflog bara til Keypmannahavnar og Billund-

Annars eru krøvini til ferðafólk enn tey somu. Tað merkir, at øll skulu vera í masku á ferðini og matur og drekka verður framvegis ikki at fáa umborð.

Bara fólk, sum ikki kunnu brúka masku av serligum avum, sleppa undan, men tað skulu tey hava eina váttan upp á at vísa manningini á Atlantsflogi.

– Í gjár skuldu vit taka støðu til, um vit aftur skulu fara at bjóða ferðafólki mat og drekka umborð, men landslæknin heitti á okkum um at lata vera, og tað taka vit til eftirtektar, sigur Jóhanna á Bergi.

– Skulu fólk eta og drekka, noyðast tey úr maskuni, samstundis sum at flogternur og flogtænarar koma í samband við øll ferðafólkini, og mett verður, at tað økir um vandan fyri smittuspjaðing.   

Tað er eisini í samsvari við tilmælinum frá flogferðslumyndugleikunum í Evropa, at matur og drekka ikki er at fáa í flogførunum.

– Tey meta, at á flogferðum, sum vara styttri enn tveir tímar, er tað óneyðugt at hava mat og drekka til ferðafólkið, sigur Jóhanna á Bergi.

 

 

 

www.in.fo/news-detail/news/nu-hevur-atlantsflog-tikid-avgerd-um-ruturnar-til-fleiri-lond/