Tað sær gott út nógvastaðni

- Menn eru spentir eftir at vita, um toskurin fer at taka húkin í heyst, sigur reiðarin á Sandshavinum, Kristian Martin Petersen.

Í løtuni er Sandshavið á beding, har vanligt viðlíkahald verður gjørt, og fimm ára klassing er eisini skal gerast.

 

- Skipið hevur fiskað við Føroyar fyrst í hesum árinum, og í vár og summar hevur Sandshavið fiskað íslandskvotuna, sum hildnaðist rímiliga væl í ár.

 

Reiðarin, Kristian Martin Petersen, sigur, at seinasti túrurin undan steðginum, nú skipið er á beding, var í Eysturgrønlandi, og teir landaðu fyrst í hesari vikuni.

 

- Tá loyst verður aftur, verður farið undir Føroyar at royna. Menn eru spentir eftir at vita, um toskurin fer at taka húkin í heyst. Tað sær gott út nógvastaðni, so nú ræður bara um at fáa virðini upp á land, sigur reiðarin.