- Fólk halda kanska, at lívið sum tónleikari er ein dreymur, mann skal útliva, men tað er ein illusión. Tað er hinvegin ofta eitt baks, og tú skalt tíma tað øgiliga væl. Tað nyttar ikki at ganga og plága seg sjálvan, tá ið tað ikki gongur so væl, tí so verður tú klikkaður av tí. Tú mást góðtaka, at tað er ein lívsstílur, sum tú hevur valt.
Høgni Lisberg, tónleikari
- Typiskt fyri allar ørsku líka frá forelskilsi til spæliørsku er, at viðkomandi persónur missir samband við realitetin.
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
- Eg helt í hond hansara í fleiri tímar og græt. Eg hugsaði um, hvussu órættvíst tað var, at hann skuldi taka allan brestin frá minuni, meðan vit aðrir sluppu snikkaleysir undan.
Heini Jacobsen, fyrrverandi hermaður í Afghanistan
- Føroyar eru nógv størri og vakrari, enn vit ofta halda.
Árni Jakobsen, sum hevur verið á øll 340 fjallatindum í Føroyum
- Eg læri meg nú at fáa ein frammaná – uttan at fara um koll. Summi fingu hesi evni í vøggugávu og megna tað, men eg eri bara ikki føddur soleiðis. Eg eri følin. Veit væl, at tað, sum eg havi upplivað, ikki í námind kann samanberast við teir ræðuleikar, sum nógvir landsmenn hava verið úti fyri, men á lívsleiðini havi eg so fingið smeitir, sum ikki eru fingnir upp á pláss. Tí havi eg brúk fyri sjálvrannsakan í royndini at frá hetta illgrasið upp við rót.
MC Restorff, tónleikari og fyrrverandi hotellstjóri
- Eg vil í øllum førum ikki sita sum ein konservativur, súrur og hástórur borgarstjóri handan læstar dyr. Eg vil vera millum borgararnar har, sum gleði og sorg er.
Heðin Mortensen, borgastjóri í Tórshavnar kommunu
Tað eru milliardir av fólkum í heiminum, og tay hava allar møguligar gudar. Tú kanst ikki siga, at øll hini eru býtt, bara tí teirra gudsfatan er øðrvísi enn tín egna.
Hanus G. Johansen, fólkatónleikari
- Tey taka kvinnurnar av ræði, og aloftast nýta tey hóttanir fyri at fáa tær at akta. Tær flestu hava familju, nógvar hava børn, og tær fáa at vita, at akta tær ikki, so gongur tað útyvir tey har heima, sum verða dripin ella forfylgd. Tað er so ræðuligt, tí tær fáa einki annað gjørt enn at yvirgeva seg.
Silvia á Bergi Gunnarsson, sum ger sjálvboðið arbeiði millum skøkjur í Keypmannahavn.
- Eg haldi á ongan hátt sjálv, at hetta prýðir Gundadal, men hetta var ein bundin uppgáva. Í roynd og veru eru ljósmastrarnar gjørdar so einfaldar og so lítlar, sum tað yvirhøvur letur seg gera, tá tey ymsu krøvini frá FIFA skulu haldast.
Eyð Strøm, arkitektlesandi, sum sniðgav ljósmastrarnar við Tórsvøll
- Tað ber ikki til at steðga pedofili, tí tað er ógjørligt at broyta tað, sum okkum menniskjum dámar seksuelt. Í staðin eiga vit at finna útav, hvussu vit forða misbrúki av børnum og hjálpa teimum, ið hava verið fyri barnamisbrúki.
Bjørt Lind, sálarfrøðingur, sum hevur skrivað serritgerð um pedofili
- Eg havi upplivað at staðið í køkinum jólaaftan og tikið ræst kjøt úr grýtuni, tá tað hevur verið ringt eftir okkum um at syrgja fyri sjúkraflutningi. Eg minnist serliga væl ein jólamorgun, tá eg sat umborð á flogfarinum saman við einum sjúklingi og teimum avvarðandi og gav teimum heimabakað breyð við røstum kjøti sum viðskera, sum eg hevði tikið við heimanfrá.
Oluffa Hansen, sum eftir 20 ár sum flogterna, takkar fyri seg
- Tú skalt ikki bara fáa virðing, tí tú kemur á ein fund í buksum og klædningsjakka. Sjálvandi letur tú teg í, alt eftir hvat høvið er, men kvinnur skulu eisini fáa virðing, tá tær eru feminint klæddar.
Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu
Einki er sum at leggja seg at sova til ljóðið av brimi. Tað kundi eg í Sumba, men tað kann eg eisini her norðuri.
Arnfríð V. Hentze, sum er flutt úr Sumba til Syðrugøtu at búgva
- Tað endaði við, at eg segði meg vera Viggo Poulsen, og at eg var slektaður av Selatrað, um fólk spurdu, hvør og hvaðani eg var. Tað var lættari hjá føroyingum at fyrihalda seg til hetta, og so slapp eg undan at svara øllum møguligum spurningum.
Mohammad Ashraf um at búgva í Føroyum í 70’unum
- Eg vil hava, at fólk kunnu fáa fatur á mær. Taki eg ikki telefonina ella kanni eg ikki teldupostar í fleiri tímar ella kanska ein heilan dag, kemur tað mær aftur um brekku, tá eg so komi aftur til arbeiðis. Faktiskt verði eg meira strongdur av ikki at vera on, enn hvat eg verði av at hava telefon og teldu tendrað.
Johannes Jensen, stjóri fyri Hotel Føroyar samtakið
- Allar reyðar perur lýsa hjá mær, tá ið fólk tosa um sunnar kakur. Tað er ein háðan ímóti fakinum. Tað ber ikki til at gera góðar kakur uttan at brúka tað sukrið og smørið og tann fløtan, sum skal til.
Olevina Sundsskarð, kondittari
Eg havi í mongum førum verið noyddur at hoppa í hyljar uttan at hava dugað at svomið. At svimja havi eg lært, meðan eg havi verið útií.
Petur Slyne, eigari av reklamuvirkinum 1xPetur