Lars L. Black
– Tá tú ert málverji, er tað einki óvanligt, at okkurt skjótálop kemur her og har, men tá eini fimm ella seks koma á rað, verður tú eitt sindur kløkkur. Teir høvdu nokk ætlað at lagt fyri sum ein ódn og skapt sær eina skjóta leiðslu, sum teir so bara skuldu halda. Men vit fingu tikið eitt sindur aftur frá teimum í seinna hálvleiki, tá skjótálopini eisini vóru nógv færri í tali.
Heini Hanusarson
– Vit brúka ov nógva orku uppá at fáa samanspælið at koyra, meðan teir vita akkurát, hvat teir koyra nær, og teir hava sum heild meira skipað spæl. Vit eru eitt sindur ótryggir uppá, hvar hinir fara og hvussu teir renna, og so missa vit fokus uppá, hvussu vit fáa bóltin inn um strikuna. Meðan eg var frískur og hevði kreftir, fekk eg nøkur mál, men teir fluttu verjuna eftir tí og so høvdu vit ikki ordiliga nakað mótspæl. Men tað gekk hampuligt allíkavæl, tí hinir spælararnir tóku so við seinni.
Agnar Joensen
– Sjey mál er kanska í ordan ímóti hasum liðnum, men eg eri ikki nøgdur, tí feilirnir hjá okkum eru barnafeilir, sum ikki hoyra heima á einum a-landsliði. Vit áttu at fingið nakrar fleiri bóltar inn á strikuna, tí har var ræðuliga opið inni á strikuni. Í seinna hálvleiki fluttu vit okkum ov lítið. Kanska vóru vit móðir, men teir innskiftu menninir fluttu seg meira, og tað gav beinanvegin úrslit.
Levi Nybo
– Teir spældu øgiliga skjótt frameftir, men annars spældu vit upp til teir, tí teir skoraðu ikki nógv mál í grundspælinum, men við sínum skjótálopum. Vit mugu bara vera nógv skjótari at koma aftur, tá vit hava brent ella skorað. Verjan stóð væl í grundspælinum, men har eru tað aftur hesi skjótálopini, og tá ert tú sum málmaður viðhvørt prísgivin.
Regin Joensen
– Tað var stuttligt, at vit ikki blivu runnir um koll ein heilan dyst. Sjey mál er sjálvandi ikki nóg gott, men vit verða runnir niður eina løtu í fyrra hálvleiki og eina løtu í seinna hálvleiki. Teir skora aftur, hvørja ferð, tá vit skora, so tað verður øgiliga tungt at spæla ein sovorðnan dyst. Eg má siga, at tað er ein øgiligur munur á at spæla ein sovorðnan dyst og so ein dyst í føroysku kappingini. Teir eru nógv skjótari og sterkari, mann ímóti manni, so hetta er nógv sterkari mótstøða, enn vit eru vanir við. Her kanst tú ikki loyva tær at taka tær av løttum eina einastu løtu.