Carl August Arge er alkoholráðgevi við serútbúgving í viðgerð fyri afturfalli. Hann hevur arbeitt á viðgerðarstovnum uttanlanda í mong ár, fram til 2001, tá hann setti viðgerðarstovuna Brúgvin á stovn í Havn.
Viðgerðin á Brúnni er ein heildarviðgerð, ið ásannar, at misnýtsla er ein sjúka, ið rakar menniskju bæði likamliga, sálarliga, andaliga og sosialt.
Misnýtsla - ein sjúka
Carl August arbeiðir út frá tí støði, at misnýtsla er ein sjúka og tí skal viðgerðast hareftir. Fyri at meta um, hvørt talan er um misnýtslu, nýtir Carl August diagnosuskipanina hjá WHO, ið lýsir 6 sjúkueyðkenni fyri misnýtslu.
- Nógv fólk vita als ikki av, at tey eru misnýtarar. Tað halda seg kanska drekka nakað nógv, men av tí at tey framvegis hava arbeiði og familju, meta tey ofta ikki, at talan er um nakran viðgerðarkrevjandi trupulleika. Tey eru líka nógv ávirkaði, sum øll onnur, av vanligu fatanini av, hvat ein misnýtari er: Ein, ið hevur mist arbeiði, familju og heim og nú gongur og vinglar á gøtuni. Hendan fatanin er ikki bara skeiv. Hon hevur eisini við sær, at alt ov nógvir misnýtarar koma ov seint í viðgerð. Fyrr raknaðu læknar og onnur ofta ikki við, fyrr enn livurin hjá misnýtaranum var farin. Tá tað hendir, er misnýtslan komin so langt, at viðgerðin ofta verður ógjørlig, sigur Carl August.
Áðrenn nøkur viðgerð hjá Carl August byrjar, hevur hann fleiri samrøður við sjúklingin fyri at staðfesta ella útiloka sjúkuna. At útiloka sjúkuna er líka avgerandi, so sjúklingurin ikki kemur í skeiva viðgerð. Viðhvørt snýr tað seg meir um sálarligar trupulleikar, har skaðilig nýtsla er ein partur av sjúkini, men ikki sjálv sjúkan. Tí átekur Carl August sær eisini at ráðgeva fólki í, hvussu tey fáa ta sefrøðingarhjálp, teimum tørvar.
Vansar við stovnsviðgerð
Tann siðbundna og framvegis mest vanliga viðgerðin fyri misnýtslu er stovnsviðgerð, og hon krevur, at sjúklingurin býr á stovninum í einar 4-6 vikur ella meir. Carl August ásannar, at summi eru so illa fyri, at teimum tørvar stovnsviðgerð og tað læknaliga eftirlitið, tey fáa har. Hinvegin vísir hann á fleiri vansar, sum kunnu gera tað óneyðuga trupult hjá sjúklinginum at koma út ímillum fólk aftur.
- Tað er ikki ov nógv sagt, at tað er lutfallsliga lætt at halda seg edrúan, meðan ein er í stovnsviðgerð. Umhvørvið á stovninum er so væl vart, at sjúklingurin ongantíð kemur í støður, har hann skal velja, um hann skal rúsa seg ella ikki. Við at kvetta sambandið við familju, vinir og arbeiðspláss sleppur sjúklingurin eisini undan at taka støðu til viðurskifti ella spurningar, sum stinga seg upp hjá øllum vanligum fólkum við einum vanligum lívið. Misnýtarar hava oftast ein ótrúligan eginleika til at lata eyguni aftur fyri veruleikanum, og eg haldi ikki, at vit skulu stimbra hendan eginleika við at stongja veruleikan úti fyri tey - uttan so at tað er alneyðugt. Ein misnýtari, ið hevur verið avbyrgdur frá umheiminum í ein mánað ella meir, skal næstan byrja á berum, tá hann kemur útaftur og verður tí ofta serliga viðkvæmur fyri øllum tí, sum kann hótta hansara edrúskap, heldur Carl August.
Lækkar gáttina til viðgerð
Drúgvar royndir hava sannført Carl August um, at ambulant viðgerð fyri misnýtslu gevur bestu úrslitini. Fyri tey flestu er tað eitt stórt stig yvirhøvur at hýsa tankanum um, at tey eru misnýtarar, og gáttin inn á ein viðgerðastovn tykist ofta ómenniskjaliga høg.
- Fyri nógv er tankin um at vera meir ella minni avbyrgdur frá umheiminum ræðandi, og tey hava kanska heldur ikki møguleika at taka "frí" frá arbeiði og familju so leingi, sigur Carl August. Við ambulantari viðgerð lækkar gáttin til at fáa hjálp munandi. Sjúklingurin býr framvegis heima og kann samstundis vera um sína familju og røkja sítt arbeiði hálva tíð. Viðgerðin verður soleiðis ein partur av gerandisdegnum, og hetta merkir, at tað, sjúklingurin lærir seg í viðgerðini, kann hann beinanvegin brúka á arbeiðsplássinum og heima. Umvent kunnu ymsir trupulleikar, sum stinga seg upp í arbeiðinum ella familjuni, beinanvegin takast upp í viðgerðini. Hetta sambandi millum teori og praksis er sera virðismikið, tá eitt menniskja skal broyta atburð, máta at loysa trupulleikar og fatan av umheiminum.
At forða fyri afturfalli
Carl August hevur ta sannføring, at eitt eyðkenni fyri misýtslu er, at tað er ein sjuka, sum lætt brýtur út aftur. Hetta er tað, vit vanliga kalla "at detta útí aftur", og oftast lasta vit misnýtaranum sjálvum fyri ikki at hava nóg sterkan vilja til at gerast edrúur.
- Vanligt er, bara at geva misnýtaranum somu viðgerð umaftur og umaftur við tí úrsliti, at hann til endan missur móti. Og tað er ikki so løgi, tí afturfall krevur eina heilt aðra viðgerð.
- Tað er ein stór misskiljing, at ein misnýtari dettir útí aftur, tá hann tekur tað fyrsta glasið. Tá er hann longu sálarliga langt síðani byrjaður aftur at rúsa seg - tað er bert ein spurningur um tíð. Her á stovninum nýta vit tí eina serliga kognitiva viðgerð, har øll orkan verður brúkt uppá at kortleggja og handfara tey ávaringartekin, sum boða frá, at nú er misnýtarin á veg útíaftur og annars arbeiða við tí, sum forðar honum í veruliga at gerast frískur, sigur Carl August.
Samstarv
Í fleiri førum samstarvar Brúgvin eisini við aðrar stovnar. Tað kann vera ein barnavernd, ið hevur sent eina mammu ella ein pápa í viðgerð sum lið í einum størri arbeiði, har ein familja skal fáast á føtur aftur. Ella eitt arbeiðspláss, ið fegin vil varveita eitt av sínum starvsfólkum, sum hevur fingið trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum.
- Í hesum førum verður ein avtala gjørd millum stovnin, sjúklingin og okkum, har vit boða hvør øðrum frá broytingum í atburði og úrslitum annars, soleiðis at samstarvið og viðgerðin allatíðina verða dagførd og tillagað. Hetta kann bara lata seg gera, av tí at sjúklingurin er í ambulantari viðgerð.
Tað ringasta er onki at gera
Carl August virkar eisini sum ráðgevi í Fyribyrgingarráðnum, barnaverndum, og á arbeiðsplássum
- At nógv arbeiðspláss og fyritøkur nú hava ein alkoholpolitikk er eitt stórt framstig. Men tíverri endar hesin politikkur ofta bert sum eitt pappír í einum ringbindi, tí fólk ikki vita, hvussu hann skal fremjast í verki. Tað hevði bøtt munandi um støðuna, um arbeiðspláss valdu eitt starvsfólk, sum virkaði sum lyklapersónur, tá tekin um misnýtslu gera vart við seg. Viðkomandi skuldi sloppið á skeiðir, har hann lærir at taka trupulleikan upp við starvsfelagan, áðrenn tað er ov seint.
- Misnýtsla er ein tann størsti heilsutrupulleikin í vesturheiminum. Og ein av orsøkunum er uttan iva, at vit hava dugað so illa at sett orð á hesa sjúku og hava ikki vitað, at tað ber til at gerast frískur. Tað vita vit nú, og hesa vitan hava vit skyldu til at dagføra og brúka, so at fleiri mannalagnur ikki fara fyri skeytið, tí ongin tordi at siga nakað. Tað ringasta tú ger - er onki at gera, sigur Carl August Arge.
FAKTA
Viðgerðarstovan Brúgvin bjóðar:
?Professionella meting av tíni støðu.
?Viðmæli um einstaklinga viðgerðarætlan.
?Ambulanta viðgerð
?Serviðger fyri tey, ið hava verið fyri afturfalli.
?Familjuviðgerð.
?Hjálp við avrúsing
?Viðgerð í smáum bólkum.
?Eftirviðgerð í 1 ár.
Avbygdarfólk hava møguleika at gista í húsinum.
FAKTA
Ert tú misnýtari? Spyr teg sjálvan:
Sjúkueyðkenni sambært diagnosuskipanini ICD-10 hjá WHO:
?Hevur tú ofta eitt sterkt ynski um at drekka ella nýta rúsevni?
?Hevur tú ofta torført við at hava tamarhald á nøgdini ella nær tíð er at gevast?
?Abstinenstrupulleikar?
?Tolir tú nógv av?
?Víkja onnur áhugamál fyri rúsevnisnýtslu? / Tørvar tær nógva tíð at koma fyri teg aftur?
?Heldur tú fram at nýta rúsevni, hóast týðiligar negativar avleiðingar og skaðiligar fylgur?
Kanst tú svara ja uppá tríggjar av hesum spurningum, er mest sannlíkt, at talan er um misnýtslu.