Tað rennur nógv í kassan í Runavík

Eisini í Nes kommunu eru inntøkurnar væl størri, enn tær vóru í fjør

Tað gongur væl á eystara armi á Skálafjørðinum. Inntøkurnar í bæði Runavíkar og Nes kommunu eru væl størri í ár, enn tær vóru í fjør.

Higartil í ár eru runnar 12,4 milliónir fleiri í kommunukassan í Runavík enn fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør. Í Nes kommunu eru runnar 3,5 milliónir fleiri enn fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør.

 

Lutfalsligi vøksturin í Runavíkar kommunu er 10,88 prosent, og í Nes kommunu er vøksturin 10,92 prosent. Í november var vøksturin í báðum kommununum størri enn vøksturin annars hevur verið í ár. Í Runavíkar kommunu var skattainntøkan í november 13,04 prosent størri enn sama mánað í fjør, og í Nes kommunu var skattainntøkan í november 15,27 prosent størri, enn hon var sama mánað í fjør.

Higartil í ár er skattainntøkan í Runavíkar kommunu 126,5 milliónir krónur, og higartil í ár er skattainntøkan í Nes kommunu 35,8 milliónir krónur.

 

 

Í kommununi hinumegin fjørðin er skattainntøkan umleið tann sama, um hon var í fjør. Sjóvar kommuna hevur higartil í ár fingið 1,34 prosent meiri inn í skatti enn fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør.

Skattainntøkan í Sjóvar kommunu higartil í ár er 27,5 milliónir krónur ella 364 túsund krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Meðan skattaprosentið í Runavíkar og Nes kommunum er tað sama, sum tað var í fjør, so er tað 1,5 prosent lægri í Sjóvar kommunu, enn tað var í fjør.