Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Útvarpið bar í gjár eina stak ófantaliga fráboðan frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum viðvíkjandi ætlanunum hjá landsstýrissamgonguni um eina nýggja tvungna pensjónsskipan. Boðini frá landsstýrinum vóru send almenninginum, men við serligari heilsu til fakfeløgini. Í stuttum var innihaldið hetta: »Tað rakar ikki tykkum!«
Tað eru nú 3 ár síðan, at landsstýrið boðaði frá, at tað fór at koma við einum uppskoti til eina heilt nýggja pensjónsskipan fyri allar føroyingar. Eins og Javnaðarflokkurin hava fakfeløgini kravt,
? fyri tað fyrsta at fáa innlit í ætlaninar, og
? fyri tað næsta at allir avvarðandi partar, allir politiskir flokkar, fakfeløgini og pensjonistafelagsskapirnir, fingu veruliga ávirkan og møguleikar at luttaka í tilevningini av uppskotinum.
Hetta hava vit kravt, tí at ein nýggj pensjónsskipan
? fevnir um so týðandi partar av lívskorunum hjá øllum fólkinum,
? hon røkkur langt út um eina samgongu og hevur avleiðingar fyri ættarlið fram í tíðina, og
? ein pensjónsskipan er ikki eitt samgongumál men skal byggja á eina víðfevnandi politiska semju og hava fulla undirtøku bæði á arbeiðsmarknaðinum og í fólkinum annars.
Men ístaðin fyri innlit, so hevur landsstýrið roynt at dult sínar ætlanir sum mansmorð. Og ístaðin fyri ávirkan, so hevur landsstýrið stongt allar aðrar partar úti, hinar flokkarnar eins og fakfeløgini.
Nú frættist, at uppskotið ER gjørt. Útvarpið boðar frá landsstýrismanninum, at: »Uppskot um lógartekst er gjørt.« Ja, tað er komið so langt, at eftir er bara smálutir: »Serfrøðingar skulu nú snikka uppskotið til, m.a. skulu tryggingartekninskar útrokningar gerast.«
Men fakfeløgini skulu ikki billa sær nakað inn, sigur landsstýrismaðurin. Fakfeløgini skulu ikki billa sær inn, at tey longu nú kunnu loyva sær at koma fram við sínum hugsanum um pensjónsætlaninar fyri teirra limir, sigur landsstýrismaðurin. Tí, sigur hann við útvarpið: »Fakfeløgini vita ikki, hvussu landsstýrið ætlar at loysa pensjónsmálið, og tí hava tey onki grundarlag at mótmæla á«.
Makan til frekleika !
Fakfeløgini skulu blanda seg uttanum: »Lógaruppskotið verður ikki gjørt í samstarvi við fakfeløgini ? tað er ikki vanlig mannagongd«, sigur landsstýrismaðurin um mátan, hetta landsstýrið arbeiðir við pensjónsviðurskiftunum hjá fakfelagslimunum.
Nei, fakfeløgini skulu ikki billa sær nakað inn, sigur landsstýrismaðurin: »Tí tá samanum kemur noyðast fakfeløgini at góðtaka tað, sum meirilutin á Føroya Løgtingi samtykkir«.
Á jú, »Fakfeløgini skulu verða hoyrd«, sigur landsstýrismaðurin. men tað verður ikki hastiliga, og ikki fyrr enn alt er leyst og liðugt. Og landsstýrið leggur vertin í, hvat flokkarnir uttan fyri samgonguna halda um málið. Tí fyrst er sum sagt nakað av »snikkaraarbeiði« eftir í landsstýrinum. Og einaferð, »Tá arbeiðið er heilt liðugt, er politiska viðgerðin í samgonguni fyrst á skránni«. Tá ið so einaferð tann vanliga »viðgerðin« í samgonguni við at klórast og roytast og morlast er liðug, »so verður uppskotið sent til hoyringar m.a. hjá fakfeløgunum«.
Tástani kunnu fakfeløgini, flokkarnir uttan fyri samgonguna og onnur sleppa at gera sína ávirkan galdandi. Og ongin ivi er um, at størsta ávirkanin, vit tá kunnu gera, er at blaka hetta landsstýrið og hesa samgonguna á bláman ? eru teir ikki longu farnir til botns.
Henda seinasta fráboðanin frá landsstýrinum var so vanvirðislig og skilaleys, at eg haldi hon drap tað síðstu vónina sum kundi verða um møguleikan at røkka eina semju um pensjónsviðurskiftini, so longi henda fólkafíggindaliga samgongan situr við ræði. Tað tykist nú at verða neyðugt at fáa hetta afturhaldslandsstýrið fáast frá sum skjótast, fyri at kunna fremja tær neyðugu broytingarnar í eftirlønar- ella pensjónsviðurskiftunum, soleiðis sum fakfeløgini og ein stórur politiskur meiriluti vil tað ? nevnliga á samhaldsføstum grundarlagi.










