Nú ágangurin er so stórur frá almennari síðu, ja tað er næstan ikki dagur at man ikki hoyrir tingmenn av tingsins røðarapalli grenja inn á Havnina um bæði eitt og annað. Eg haldi tað órættvíst, tí ræður um at standa saman, ikki tí, eg havi einki ímóti bygdafólki, tað er nú einaferð so at tað býr 1/3 av fólkinum í Havnini, okkara høvuðsstaðið.
Samferðslan er og verður nógv útbygd, so í komandi framtíð verður eingin trupulleiki at koyra og sigla til Havnar fyri at avgreiða síni ørðindi. William Heinesen tók til, at Havnin er verðsins nalvi, og tað er eingin ivi um tað, tí ræður um at mana alt hatta kjakið um almennar stovnar í jørðina ongantíð ov skjótt. Kollafjørður og Havnin leggja saman 1/1 ? 2001, tað frøast vit um, tí Kollafjørður er ein tann besti fjørður í Føroyum. Har eru rættuliga góðir møguleikar til útbyggingar á landi og fram við landi, so her ræður um hjá T.K. at venda eyguni norðureftir. Her hugsi eg serliga um útbyggingar á havnalagnum. Javnaðarflokkurin fer ikki at gloyma tykkum har norðuri tað er púra vist, og vit ynskja tykkum at vera hjartaliga vælkomin í T.K.
Ringvegur út á Argir eigur at vera gjørdur, tá ið Marknagilsvegurin er liðugur, tí verandi farleið av Argjum til Havnar er ikki nøktandi, tí bæði á morgni og ávísar tíðir á degnum er ógvuliga trongligt.
Bátahylurin her á Argjum hevur ligið á hálvum gekki í nógv ár, eg meini arbeiðið má gerðast liðugt, so økið verður meiri vinarligt.Sum tað sær út í dag er tað ikki nøktandi.
Fótbóltsvøllurin er ikki heilt liðugur, har mangla ljós, og ikki at gloyma skýlið á vestursíðini, eg haldi ikki, at vit á Argjum skulu hava ein vøll, ið ikki stendur mát við teir í Gundadali.
Barnaansingin má fáast í rættlag, ongantíð ov skjótt, tí sum nú er, er støðan ótolandi. Hetta er eitt mál, ið Javnaðarflokkurin prioriterar rættuliga høgt. Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram um, at ár 2003 skuldi tørvurin á barnaansing verða nøktaður, men hetta uppskotið fekk ikki undirtøku í byráðnum, málið bleiv koyrt í nevnd og verður ikki tikið uppaftur fyrr enn komandi ár. Hetta er ógvuliga óheppið, tí samfelagið er soleiðis samansett, at bæði foreldrini mugu vera úti á arbeiðsmarknaðinum, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hugsi tykkum, um olja verður funnin, sum øll rokna við, tá kunnu hesi foreldur við góðari útbúgving ikki ganga heima og passa børn, tí tá verður brúk fyri teimum í hesi vinnu. Hetta er eitt av teimum málum, ið oljufeløgini prioritera rættuliga høgt, áðrenn tey velja sær eina oljuhavn.
Tí ræður um at velja javnaðarflokkin ella eitt av valevnunum á listanum.
Sakaris Hansen,
valevni hjá javnaðar-
flokkinum til býráðsvalið