Marjun Dalsgaard
????
Arbeiðið á Chrisitansborg gongur ikki fyri seg í fólkatingssalinum, men alla aðrastaðni. Í krókunum, langt vekk frá fjølmiðlum og politiskum mótstøðufólki, ella saman við teimum, verða nógvar lagnur avgjørdar, alliansur smíðjaðar, og ætlanir lagdar. Skalt tú koma nakran veg, skal tú kenna fólk ? helst tey, ið eru har, sum avgerðirnar verða tiknar og tey, ið hava nakað at siga, tá avgerðir verða tiknar.
- Hevur tú ikki samband við tey, sum hava ávirkan og vita hvat gongur fyri seg, er hetta ein rein oyðimarkargongd, sigur Anfinn Kallsberg um at vera á Christiansborg og leggur aftrat:
? Eg kenni nógv fólk her ? fólk, sum hava nakað at siga, har avgerðirnar verða tiknar. Við mínum tilknýti til tey, ið hava ávirkan her, kann eg arbeiða fyri føroyskum áhugamálum við at vita akkurát hvat fer fram og við at samstarva við tey, ið hava ávirkan, sigur hann. At hava ein góðan dialog við danir, er somueliðis ein týdningarmikil liður í hesum.
? Eg fari ikki at tosa um rein føroysk viðurskifti í fólkatingssalinum, og eg fari ikki at leggja meg út í rein donsk viðurskifti, eg ynski ikki at skapa øsing millum danir og føroyingar.
Anfinn Kallsberg hevur sum kunnugt valt at standa uttan fyri Norðuratlantsbólkin. Samstarvið við Einheitslistan hjá Norðuratlantsbólkinum dregur hann ikki ? ikki minst tí teir liggja ov langt til vinstru eftir hansara tykki. Kanningararbeiði er heldur ikki tað, hann hevur hug til at gera.
? Kanningar kunnu gerast aðrastaðni ? tað er ikki fólkatingsarbeiði, sigur Anfinn Kallsberg.
Týdningarmikið at luttaka
Tað kann verða eitt sindur ilt at greiða frá týdningum av at hava føroyingar á danatingi, um teir ikki skulu leggja seg út í donsk viðurskifti og ikki tosa um føroysk viðurskifti í fólka-tinginum, men tað er júst hetta, at vera allastaðni har avgerðir verða tiknar, sum á nakran hátt ávirka Føroyar, sigur Anfinn Kallsberg. Hann er ikki í nøkrum tingbólki, men hevur samstarv við Konservativa Fólkaflokkin millum annað viðvíkjandi øllum tekniskum viðurskiftum, men eisini politiskt.
? Eg havi gjørt eina avtalu við Konservativa Fólkaflokkin, um at eg við einum skotsbrái uppá tríggjar dagar kann fara í eina nevnd. Á tann hátt kann eg arbeiða í teimum nevndum, sum eru av týdningi fyri føroysk áhugamál uttan at leggja meg uppí donsk viðurskifti, sigur hann, og leggur aftrat, at hann ikki er avskorðin frá at broyta meining, um hann kortini ynskir at gerast fastur limur í eini nevnd.
Høgni Hoydal sigur, at hann eins og Anfinn Kallsberg hevur eina standandi avtalu um at møta í nevnd í fall, at hon viðger eitthvørt evni, sum viðvíkur Føroyum. Harumframt hevur Norðuratlantsbólkurin fastar sessir í trimum nevndum. Kuupik Kleist úr grønlendska vinstrahalla loysingarflokkinum, Inuit Ataqatiqiit, er limur í Umhvørvisnevndini, Lars-Emil Johansen úr grønlendska Javnaðarflokkin-um, Siumut, er limur í Uttanríkisnevndini, og Høgni Hoydal er limur í Politisku- búskaparligu nevndini, har føroysk viðurskifti vanliga verða viðgjørd.