Lutakast um hvørji lið hittast í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið var í kvøld. Har gjørdist greitt, at HB skal spæla ímóti AB, meðan B36 hittir TB/FCS/Royn í hinari hálvfinaluni.
Les eisini: Hesi hittast í hálvfinalunum
André Olsen, ítróttarskrivari hjá Miðlahúsinum, metir tað vera stór sannlíkindi fyri at steypafinalan verður ein rein havnafinala ímillum HB og B36.
- Tað er einki at ivast í, at bæði HB og B36 eru stórir favorittar til finaluna, og í løtuni er nógv sum peikar móti einari reinari havnafinalu millum B36 og HB fyri fyrstu ferð síðani 1991, sigur André.
Bæði HB og B36 spæla fyrru hálvfinaluna á heimavølli, og tað metir André kunna vera ein lítlan fyrimun fyri AB og TB/FCS/Royn.
- Statistiskt sæð er tað ein fyrimunur at spæla seinna dystin á heimavølli. Tað kann vera møguleikin hjá antin Suðringum ella AB, heldur André, sum at enda leggur afturat:
- Tó vænti eg at finalan endar millum B36 og HB.