Tá Pamela leggur upp í grindadrápið

Á Facebook hevur onkur gjørt ein uppskot um, hvussu tað fer at síggja út, tá ið Pamela Anderson leggur upp í grindadrápið

 

Pamela Anderson gjørdist heimskend umvegis Baywatch sjónvarpsrøðina, har hon spældi lívbjargari á strondini.

Nógvar pallsetingar vóru við kanadisku sjónleikarinnuni í reyðari svimjidrakt, og á Facebook heldur onkur, at tað fer at síggja út sum á myndini, tá ið Pamela leggur upp í grindadrápið.

Tað kann verða, at tað hevði havt eina ella aðra ávirkan á grindamenninar – men hvørja skulu vit ikki gera okkum klók uppá.