TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið Tróndur Arge hevði við HB-spælaran, Páll Mohr Joensen í serligu fótbóltssendingini í gjárakvøldið.
Páll greiddi m.a. frá einari spennandi søgu, har tað var ógvuliga nær við, at hann gjørdist partur av hópinum hjá B36, men í seinastu løtu angraði hann.
Páll sigur seg hava lært, at fyri ein fótbóltsspælara er tað týdningarmiklari at trívast, enn at fáa eina størri inntøku av fótbóltinum.









