Framsýningin kann sigast at viðgera mótsetningarnar millum tað menniskjaskapaða og náttúruna – tað nátúrliga og ónátúrliga – og millum framtíðina og minnir.
Seinastu tvey árini hevur Jógvan Andreas einans málað oljumálningar, og hetta er hansara fyrsta framsýning við einans oljumálningum. Í myndarøðini brýtur Jógvan Andreas í ávísan mun upp úr nýggjum. Formurin er nú meira einfaldur, og einstaka subjektið fær størri rúmd í myndini.
Spennið millum litríku og døpru myndirnar av stórbýnum og nostalgisku myndirnar úr heimlandinum lýsir kanska væl skiftandi sinnið hjá listamanninum og útisetanum. Samanumtikið ein eklektisk og nútíðarkend myndarøð, sum ber boð um ein listamann í støðugari menning.
Um listamannin
Jógvan Andreas á Brúnni er 30 ára gamal og uppvaksin í Fuglafirði. Seinastu tíggju árini hevur hann fyri tað mesta búð uttanlands, og hevur nomið sær útbúgving á myndlistaskúla í Keypmannahavn og listaskúla í London.
Jógvan Andreas hevur áður havt listaframsýningar í Ribarhúsi í Fuglafirði og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hann er eisini kendur sum trummuleikari í ORKA og í GESTUM, tveimum av teimum mest nýskapandi føroysku tónleikabólkunum seinastu mongu árini.










