Tað næsta verður Flemish Kap

Tá Ågot er komin heim úr Grønlandi, og ymiskt viðlíkahald er gjørt, verður kósin sett yvir á Flemish Kap.

Hjaltur Poulsen sigur, at nú Ågot kemur heim aftur úr Grønlandi, eftir at skipið hevur verið har yviri í eitt hálvt ár, skal okkurt viðlíkahaldsarbeiði gerast, áðrenn farið verður avstað aftur.

 

- Tá klárt verður at loysa aftur, fara vit yvir á Flemish Kap, og tað verður helst eftir jól. Vit vóna at fáa tveir túrar har yviri.

 

Hann væntar, at teir eftir tíðina á Flemish Kap í vetur, fáa nakrar túrar undir Føroyum, og síðan verður gjørt klárt at fara yvir aftur til Grønlands at taka ímóti svartkalva.

 

- Vit eru sera glaðir fyri samstarvið við grønlendingar, sum vit halda hevur riggað sera væl, sigur Hjaltur Poulsen.

 

Hann vísir á, at nú í endanum av tíðini í Grønlandi kom lítið burtur úr, og nú eru grønlendsku veiðimenninir farnir at veiða hval og kóp.

 

- Nú er blivið rættiliga kalt í Grønlandi, og onkran dag hevur kuldin ligið heilt niður ímóti 20 kuldastigum, sigur skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen.