Tað nærkast javnstøðu!???

Gunnar K Nattestad

???
Yvirskriftin er tikin frá útsøgd eftir kommunuvalið, í samband við at nær um helvtin av limunum í Tórs-havnar býráð nú eru kvinnur. Aftan fyri liggur, at um tad nú vóru 6 1/2 kvinna til og tær vóru valdar, so høvdu vit havt javnstøðu.

Men er hettar verulig javnstøða?
Haldi bara at tað er so langt frá tí, í javnstøða eigur at snúgva seg um. Bara tað at vit eftir eitt val (og í øðrum samanhangum), tjakast um talið á kvinnum og monnum, avdúkar hvussu stutt vit veruliga eru komin.

Hvat hevur týdning?
Er javnstøða ein spurningur um tøl ella um hvussu vit virða hvønn annan? Um omanfyristandandi skal vera eftirfarandi, so mugu tað vera akkurát líka nógv til av hvørjum kyni í Føroyum. So er bara at seta eina kyns-kvotu í verk har tad er lógarbundið, at allar nevndir, ráð v.m. skula hava javnt nógv av hvørjum kyni. Og allar nevndir mugu so hava líkatal av limum; t.v.s. 2, 4, 6 o.s.v.
Eitt er, at tað hevði verið ódemokratiskt, annað og meira týðandi ? at tað mangan hevði forða fyri at tey best skikkaðu fingu starvið.

Setið hægri mál!
Meini so avgjørt at tað er "javn-virðis-støðan" vit skula stremba eftir. Hetta, at líka mikið um tú ert maður ella kvinna, hvat tú gert, hvørja útbúgving tú hevur, likamligan førleika, ófødd/fødd ella hvat vit nú finnað uppá at meta hvønn annan eftir; so hevur tú líka nógv virðið!
Samstundis høvdu vit nógv heldur hugsa um góðskuna, enn um hvør nú hevur gjørt hvat.
Tá veður tað líka mikið um tað eru 100% kvinnur ella menn, ella ein blanding, ið manna eina nevnd, bygdaráð, løgting o.s.v. Tá meta vit ikki tann, ið situr ovast, hægri enn tann ið arbeiðir "á gólvinum".
Ikki fyrr enn tá verður tað førleikin og evni, hugsjónir og arbeiðssemi, ið vera avgerðandi fyri hvør mannar hvønn post. Tá verður tad líka "heilagt" at vera heima og uppala børn, sum at stevna eftir strórastarvinum.
Vónandi verður tað hetta við stevna eftir í framtíðini. So kunna vit við góðari samvitsku, brúka okkara Gud-givnu talentur har tær koma mest til nyttu, óheft av um fá ella nógv leggja merki til okkum.
Allarhelst lættari sagt enn gjørt, men latið okkum royna!