Tað myrkir og grindin kavar illa

Mett verður, at talan er um einar 50 hval

Tað gongur striltið at fáa raksur á grindina í Trongisvágsfirði, sum fyri løtu síðani varð funnin um fjarðarmunnan. 

Grindin er komin inn á fjørðin og er nú við ferjuleguni hjá Smyrli. 15 bátar eru hjá henni.

- Hon kavar nokkso illa, so eg veit ikki, hvussu tað verður. Tað hevur annars gingið væl at rikið hana higartil. Men nú kavaði hon, so vit mugu vóna, at tað fer at ganga betur, áðrenn tað verður myrkt, sigur Beinir Debes, grindaformaður.

Tað var Smyril, sum fann hana um 18:30 tíðina. 

- Tað er ringt at meta um, hvussu stór grindin er, men eg vildi mett hana at vera einar 50 hval, sigur Beinir Debes. 

Um tað eydnast at fáa hana inn, áðrenn tað verður heilt myrkt, verður grindin hildin til á sandinum í Trongisvági.