Í dag vóru góð 100 tons á uppboðsnum hjá Fiskamarknaðinum, og nógv tann størsti parturin var frá einum línuskipi, sum hevði gjørt ein góðan túr undir Íslandi. Teir høvdu knappliga 150.000 pund.
Góð 22 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 18,83 krónur í meðal, toskur II fyri 18,04 krónur og toskur III fyri 16,85 krónur. Góð átta tons vóru hýsa, tað mesta hýsa II, sum fór fyri 11,52 krónur í meðal.
Av longu vóru góð 17 tons. Longa I og II fóru fyri 16,07 krónur, og meðalprísurin á longu III var 13,82 krónur. Góð 20 tons vóru brosma, og tað mesta av henni fór fyri 9,79 krónur. Fýta tons av blálongu fingu meðalprísin 14,00 krónur.
12 tons av havtasku vóru frá einum garnaskipi, sum hevur roynt vestanfyri, og meginparturin fór fyri 27,47 krónur kilo.
Tey 104 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, vórðu seld fyri 1,6 millión krónur.