Ikki er tað enn vorðið hvønndagssjón at síggja oljuvinnuútgerðarskip við bryggju í Føroyum. Men í gjár lá danska útgerðarskipið Maersk Provider við bryggju í Havn. Skipið var komið inn á Havnina at skifta manning.
Skiparin valdi at skifta manning í Føroyum av tí, at tað er skjótari at sigla frá útjaðaranum av bretska markinum til Havnar, enn tað er at sigla til Aberdeen. Avloysandi manningin skuldi koma við Maersk flogfarinum á middegi, men orsaka av ringum líkindum lendi Maersk flogfarið ikki fyrr enn klokkan klokkan hálvgum fýra.
Sleipa boripall
Maersk Provider hevur ligið hjá boripallinum Souvereign Explorer, ið liggur tætt uppi móti føroyska markinum. Ætlanin var, at skipið skuldi sleipa hendan boripallin til Skotlands, men orsaka av ov ringum veðri bar hetta ikki til. Manningin átti at fáa frí, og tískil varð avgjørt at fara til Føroya at skifta manning.
Orsøkin til, at valt varð at sigla til Føroya at skifta manning var tann, at hetta var skjótari enn at fara til Aberdeen. Tað tekur skipinum uml. 7 tímar at sigla teinin millum Havnina og boripallin, tá ið tað siglir við fullari megi, ið er um 15 míl. Men hóast hetta, so hevði skipið skund, tí farast skuldi undir at sleipa boripallin so skjótt veðrið batnaði. Tískil var skiparin ótolin, orsaka av at Maersk flogfarið við nýggju manningini lendi so seint. Hann hevði avgjørt, at um bíðitíðin gjørdist stórt longri, so fór skipið avstað aftur við teirri gomlu manningini.
Ber væl til at nýta føroyska havn
Hóast skipið vanliga nýtir havnina í Aberdeen, so metir 1. stýrimaðurin, Heðin Magnussen úr Vági, at tað eins væl ber til at nýta føroyska havn, t.d. tá ið manning skal skiftast. Skiparin leggur tó afturat, at so má flogferðslan vera meira álítandi. -Tað ber ikki til at koma her at skifta manning, um flogfarið við manningingini ikki kemur fram, sigur hann.
Tá ið vit nevdu, at flogfarið hjá Atlantic Airways plagdi at vera meira álítandi svaraði hann, at so mátti Maersk bert senda manningina við flogfarinum hjá Atlantic næstu ferð.
Nógvir boripallar
tætt markinum
Boripallarnir, ið liggja í útjaðaranum av bretska økinum, eru nógvir í tali. Tískil skuldi eisini verið mong útgerðarskip, ið liggja tætt hjá hesum boripallum, og tá ið manning skal skiftast á hesum skipum, so kundu tey eins væl komi til Føroya, verður sagt á brúnni.
Tað er djúpt á leiðini, har boripallarnir arbeiða, og tískil eru hetta boripallar, ið flóta, sigur Heðin Magnussen. Boripallarnir liggja tískil fyri akker, og kunnu væl flytast á aðrar leiðir. Tað eru slíkar uppgávur, ið vit fyri tað mesta takast við, sigur hann.









