Sigling
Á Smyril Line vita tey at siga, at mai mánaði royndist góður, tá ið ræður um talið av ferðafólki. Hendan mánaðin setti Norrøna nevniliga met, tá ið hon flutti tilsamans 23.094 ferðafólk millum londini. Gamla metið fyri mai var annars í 2004, tá ið Norrøna flutti tilsamans 16.087 ferðafólk. Vøksturin í mai mánaði í ár er tískil eini 30% í mun til sama mánaða í fjør, og tað fegnast tey á Smyril Line rættiliga um.
- Longu nú sæst, at talið av ferðafólki í juni mánaða í ár eisini verður munandi hægri enn í juni 2004.
Á Smyril Line siga tey, at tað enn er ov tíðliga at gera neyvari metingar um, hvussu juni mánaði fer at roynast, men útlitini eru góð.