HØGNI skal í summar spæla á størsta tónleikafestivalinum í Italia Í morgun varð kunngjørt, at HØGNI - eisini kendur sum Høgni Lisberg - verður at hoyra á størsta tónleikafestivalinum í Italia í ár.
Talan er um Italia Wave Love Festival, ið verður hildið í Livorno, Italia. Hesin hevði í fjør 160.000 vitjandi.
Høvuðsnøvnini í ár eru Placebo, Kraftwerk og Aphex Twin. HØGNI skal á pall við bólki 17. juli.
Kunningarskrivið hjá Tutl sigur, at avtalan er komin í lag, m.a takkað verið framførðsluni, sum HØGNI hevði á MIDEM í Cannes í Frankaríki, fyrr í ár, har umboð fyri festivalin vóru til staðar.
Tað kann ikki sigast annað, enn at tað koyrir fyri Høgna í løtuni. Frálíka lag hansara, Soul Company, er at finna sum nýtt popp lag á Billboard, og samstundis er lagið Bow Down (to now man) á 1. plássi á 15 Teim Bestu listanum hjá Kringvarpinum. Hetta er annað lagið á fløguni HOGNI hare! hare!, ið hevur rokkið tindunum á 15 Teim Bestu.